Gudstænasta, møti og sunnudagsskúli á netinum

Nú tað er sunnudagur, og ongar gudstænastur, møti og sunnudagsskúlar eru, ber kortini til at savnast saman við øðrum – á netinum – og vera til gudstænastu, møti ella sunnudagsskúla

Tað eru nakrir prestar, ið mæla fólki til at lesa lestur, at lesa bønir úr sálmabókini ella at lurta ella hyggja eftir gomlum gudstænastum, sum eru í savni Kringvarpsins.

Tær síggjast millum annað her.

Tað eru eisini fleiri, ið stroyma møtir á netinum, millum annað tey í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Trúboðin hevur gjørt eina avtalu við Tabor og komandi vikurnar fer Trúboðin at senda beinleiðis úr Tabor hvønn sunnudag klokkan 18.00. Áhoyrarar verða ikki tilstaðar í salinum, men øll kunnu fylgja við á trubodin.fo Á møtunum verður felagssangur og tala.

Nógv tilfar er eisini á netinum fyri børnini, millum annað sunnudagsskúli á føroyskum.
Síðan eitur Spírar, og til ber at síggja her.

##med2##

Fleiri fríkirkjur stroyma eisini á netinum í dag, millum annað Ebenezer, Lívdin og Keldan.