Eyð Strøm gevst sum venjari

- Eftir hesa kappingina var tað ein góður møguleiki at siga, at hetta var tað, sigur Eyð Strøm.

Eyð Strøm er uttast til høgru.

Eyð Strøm er uttast til høgru.

Eyð Strøm hevur seinnu árini verið ímyndin av góðum føroyskum venjaraarbeiði í estetiskum fimleiki, men nú – eftir 10. FM-heitið sum venjari farna vikuskiftið og metgott úrslit í HM hetta vikuskiftið – hevur hon valt at takka fyri seg.


- Tað krevur nógv at vera venjari á somikið høgum støði. Tað er eitt frítíðarítriv, men fyri at vera við har uppi krevst meir enn tað. Orkan og tíðin er ikki til tað longur, og um eg skal gera nakað, so vil eg gera tað ordiligt. Eftir hesa kappingina var tað ein góður møguleiki at siga, at hetta var tað, sigur Eyð Strøm.


Eyð hevur verið venjari hjá Team Havnar Fimleikafelag, eisini kent sum Hulda. Á finaludegnum í HM-kappingini í gjár fingu tær 16,15 stig, sum er tað hægsta eitt føroyskt lið nakrantíð hevur fingið til HM.


Lesið alla samrøðuna og nógv annað um HM-kappingina í Sosialinum í dag.