Maggies betri atkomumøguleikar

Maggies, caféin í Nólsoy, hevur nú betrað um atkomumøguleikarnar.

Maggies, caféin í Nólsoy, ið Terji Rasmussen eigur og rekur, hevur nú betrað um atkomumøguleikarnar.

 

 

Nú er 100% atkomuligt hjá rørslutarnaðum at vitja í Maggies. Rampa er gjørd og fyrstafloks toilet er eisini til taks, verður boðað frá á heimasíðuni hjá Maggies á Facebook.

 

Og skemtiliga verður lagt afturat, at øll onnur sjálvsagt eisini eru vælkomin.