Gularót kann fyribyrgja krabbameini

Gularót virkar ímóti bruna og kann soleiðis eisini virka fyribyrgjandi móti krabbameini, eitt nú í tarmunum.

 

Granskarar á Syddansk Universiteti (SDU), Odense Universitetshospitali (OUH) og Aalborg Universiteti (AAU) hava áður funnið fram til, at gularót hevur í sær evni, sum kunnu fyribyrgja krabbamein í tarmunum.

Nú halda tey seg vita hví. Svarið er, at gularót sambært granskarum hevur fyribyrgjandi ávirkan á bruna.

Royndir eru gjørdar við rottum, har tað vísir seg, at evnini, falcarinol og falcarindiol, sum eru í gularót, kunnu byrgja upp fyri, at rottur menna tarmkrabba.

Í tíðindaskrivi frá Syddansk Universiteti verður upplýst, at granskarar nú halda seg hava funnið út av, hvussu plantuevnini kunnu virka fyribyrgjandi.

Granskingin vísir, at nøgdin av gularót, sum rotturnar fingu, hevði stóran týdning fyri heilsuna. Jú, fleiri gularøtur, tær fingu, tess minni var vandin fyri at menna tarmkrabba.

- Orsøkin til, at gularótin er fyribyrgjandi, eru tey evni í gularótini, sum fyribyrgja bruna og soleiðis eisini eru fyribyrgjandi móti krabbameini, sigur Morten Kobæk Larsen, ið er ein av granskarunum.

Bruni er nevniliga eitt av fyrstu stigunum í menning av krabbameini.