Sigfríður argur um reyða kortið

Venjarin hjá Víkingi heldur at dómarin kundi hvat fyribyrgt støðuni

Mynd: Sigmara Mørkøre

Samrøða við Sigfríða Clementsen

Mynd: Sigmara Mørkøre

Samrøða við Sigfríða Clementsen

ÍF og Víkingur spældu í kvøld 2-2 í seinasta dystinum í 17. umfari í Effo-deildini. Víkingur spældi í áleið 70. minuttir við tíggju monnum, tí Atli Gregersen fekk beinleiðis reytt kort í fyrra hálvleiki, fyri at sláa Clayton Soares í andlitið.

 

- Nú hendi tað beint frammanfyri mær. Tað kann gott vera, at Atli Gregersen koyrdi ein langan arm út har, men eg haldi eisini at Clayton koyrir høvdið langt niður, sigur Sigfríður Clementsen og leggur afturat.

 

Hoyr samrøðuna við Sigfríða Clementsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg haldi tað er eitt kempi fríspark áðrenn, so floyta bara fyri tí, so er tað avgeitt. Eitt ella annað stað, so er dómarin eisini við til at skapa støðuna, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi.

 

Les eisini: Víkingur misti á stokkinum við 10 monnum

 

Siggi er tó fegin um avrikið og innsatsin hjá sínum monnum, hóast teir mistu á stokkinum.

 

- Innsatsurin var góður og tað er tað týdningarmiklasta. Sjálvt við tíggju monnum eru vit betri enn teir, so tað er bitturt, at teir fáa málið til 2-2, men Karl Løkin rakar bóltin væl og so er ikki so nógv at gera, sigur Sigfríður Clementsen.

 

Bárður Hansen og Finnur Justinussen skoraðu málini fyri Víking, meðan Clayton Soares og Karl Løkin skoraðu málini fyri ÍF. Útjavnandi málið hjá ÍF kom fýra minuttir fyri tíð.