Gulldrongurin kemur aftur til Føroya

Enn eitt navn er lagt aftrat skránni til Voxbotn 2020

Voxbotn kunnger nú, at Gulddreng kemur til Føroya at framføra í summar á Voxbotn.

- Danski poppkongurin, sum fjaldi seg handan heiti “Gulddreng”, var eitt satt fyribrigdi. Ongin visti hvør maðurin handan gylta skortin var. Einasta sum var eyðsæð var, at her var talan um ein dugnaligan tónleikara, sum fekk ein størri og størri fjepparaskarða, skrivar Voxbotn.

Figururin “Gulddreng” sá dagsins ljós í 2016, tá hann gav út fleiri stakløg. Tekstliga innihaldið var grunt, næstan sum um alt var skrivað sum eitt ironiskt aftursvar til tann lættikenda tónleikin, sum varð spældur í lurtunum. Alt tóktiskt vera skemt, og tað var tað eisini. Tó fekk gulldrongurin størri og størri undirtøku, og hann gjørdist fólkaogn.

Gulddreng var serliga vælumtóktur á streaming síðum, so sum Spotify, har hann fekk heilar 80 mió stroymingar. Serliga vóru tað løgini “Model”, “Se mig nu” og “Hva´ så” sum gjørdu um seg á tónleikatindunum.

Men í februar 2018 tók hann gylta skortin av, og avdúkaði at maðurin handan Gulddreng er Malte Ebert. Malte gavst at framføra sum gulldrongur, og framførdi í staðin sum Malte.

Men nú kemur hann aftur. Malte hevur váttað at lata seg í alt stásið, og framføra øll Gulddreng hittini á Okkara Voxbotn 2020.