Nótaskip stuðla HerGen verkætlanini

Um stutta tíð byrjar arbeiðið við sonevndu HerGen verkætlanini, sum eitt nú Nótaskip stuðla.

Um stutta tíð byrjar arbeiðið við sonevndu HerGen verkætlanini. Verkætlanin hevur til endamáls at menna eina metodu til at kunna lesa arvaeginleikarnar hjá fiski. Í hesi verkætlanini verður sild frá fýra ymiskum stovnum kannað.

 

- Tá frábrygdini í arvaeginleikunum eru staðfest, ber til uttan stórvegis kostna at staðfesta slagið. Metodan kann brúkast til øll onnur fiskasløg, og talan er um vitan, sum ikki er kend í dag.

 

Tað veit Felagið Nótaskip at siga.

 

Lagt verður aftrat, at føroyska felagið Amplexa Genetics A/S, Náttúrudeildin á Fróðskaparsetrinum, Havstovan og Århus Universitet samstarva um verkætlanina. Verkætlanarleiðari er Hans Atli Dahl, stjóri í Amplexa í Odense.

 

- Ein PhD-lesandi verður knýttur at verkætlanini, sum verður staðsett í granskarasetrinum iNOVA í Tórshavn. Verkætlanin hevur fingið í lag samstarv við European Bioformatic Institut í Edinburgh, sum eitt nú skal standa fyri upplæring og annars skal veita "know how".

 

Felagið Nótaskip hava  játtað 600.000 krónur í stuðli til verkætlanina. Harumframt hevur Statoil játtað 480.000 og Granskingarráðið og Fiskivinnuroyndir tilsamans 910.000 krónur. Sostatt eru 2 miljónir krónur útvegaðar í fígging til verkætlanina, sum er eitt samstarv millum vinnuna og tað almenna.

 

- Í framtíðini kann hugsast, at fiskakeyparar fara at krevja genetiskt skjalprógv fyri fiskavørur, og vitanin kann eisini hava týdning fyri at eyðmekja fiskastovnar, veit Felagið Nótaskip at siga.