Gundur Johanneson fekk prýðismerki fyri álítandi busskoyring í Havn

Herfyri varð ískoytissáttmáli undirskrivaður við Sp/f Gundurs Bussa um busskoyring í Tórshavnar kommunu

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

 

Herfyri varð ískoytissáttmáli undirskrivaður við Sp/f Gundurs Bussar. Sáttmálin byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu.

Avtalan fevnir um tíðarskeiðið frá 1. apríl 2019 - 1. apríl 2020. Sp/f Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri 28.238.652 krónur hetta tíðarskeiðið.

Tað vóru Annika Olsen, borgarstjóri, og Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd, sum vóru til staðar, tá ið ískoytissáttmálin bleiv undirskrivaður.

Samstundis fekk Gundur Johanneson eitt prýðismerki frá Tórshavnar kommunu fyri álítandi og góða busskoyring seinastu nógvu árini.

Mynd: Tórshavnar kommuna