Hægsta føðital í 14 ár

Men nettotilflytingin er størri enn burðaravlopið

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er fólkatalið í Føroyum farið um 52.000 fólk, og er nú 52.122 fólk. Tað boðar Hagstovan frá í morgun.

Sambært Hagstovuni leggjast 75 fólk aftrat hvønn mánaðin. Til samanberingar kann nevnast, at vøksturin er á leið tann sami sum talið av íbúgvum í bygdum sum Innan Glyvur, Fámjin, Haraldssund, Kunoy, Sandvík og Kirkjubø.

Tað er serliga tilflytingin, ið er drívmegin handan fólkavøksturin. Tilflytingin seinni árini er voksin støðugt og liggur nú um 150 fólk mánaðarliga, meðan fráflytingin er um 100 fólk mánaðarliga. Sostatt er nettotilflyting 50 fólk mánaðarliga.

##med1##
Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

Restin av vøkstrinum í fólkatalinum stavar frá burðaravlopinum, ið er um 20-30 fólk mánaðarliga. Tí meðan umleið 30 fólk doyggja mánaðarliga verða millum 50-60 børn fødd sama hvønn mánað.

- Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men at trendurin síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av føddum børnum nú spakuliga tykist at økjast upp í góð 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital á stívliga 700 árliga, og so høgt hevur tað ikki verið síðstu 14 árini, skrivar Hagstovan. 

##med2##