Hagen-børn: Hvør leitar eftir mammu?

Tey trý børnini hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen eru sera fegin um, at lagmannsrætturin í dag gjørdi av at leyslata pápan.

- Børnini eru fegin, men ikki so ovfarin av avgerðini, tí tey eru sannførd um, at pápin er ósekur.

- Børnini eru fegin, men ikki so ovfarin av avgerðini, tí tey eru sannførd um, at pápin er ósekur.

 

Í dag avgjørdi lagmannsrættur í Noregi, at 70 ára gamli miljarderurin, Tom Hagen, skal leyslatast. Hann hevur annars sitið varðhaldsfongslaður í eina góða viku, eftir at løgreglan handtók hann týsmorgunin í síðstu viku, tá hann var á veg til arbeiðis.

Løgreglan hevur skuldsett Tom Hagen fyri at hava dripið - ella viðvirkað til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018 - ella í stívliga hálvt annað ár.

Norski tingrætturin gjørdi mikudagin í seinastu viku av at varðhaldsfongsla mannin í fyribils fýra vikur, har hann eisini skal sita avbyrgdur. Tom Hagen sigur seg als einki hava við burturblívingina av konu síni at gera, og tískil kærdi hann fongslingina til lagmannsrættin.

Í dag gjørdi so lagmannsrætturin av, at miljarderurin skal leyslatast, tí tveir av trimum dómarum hildu ikki, at nóg góð prógv eru fyri, at hann hevur nakað við burturblívingina av konu síni at gera. 

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hevur alla tíðina sagt, at skuldsetingarnar hjá løgregluni móti hinum 70 ára gamla eru sera veikar, og hann er ikki so skakkur av, at lagmannsrætturin í dag gjørdi av at leyslata mannin.

Men, Tom Hagen verður ikki leyslatin beinanvegin - um hann yvirhøvur verður leyslatin. Løgreglan hevur nevniliga kært avgerðina hjá lagmannsrættinum til hægsta rætt, sum nú skal taka støðu til, um alt er farið rætt fram í lagmannsrættinum.

Stuðulsadvokaturin hjá Anne-Elisabeth Hagen og børnum hennara, Ståle Kihle, sigur við VG í dag, at børnini eru sera fegin um avgerðina í lagmannsrættinum. - Børnini eru ikki so ovfarin av avgerðini, tí tey vita, at pápin er ikki sekur í drápi ella viðvirkan til dráp. Tey siga, at hann hevur einki við burturblívingina av mammuni at gera.

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sigur, at hin 70 ára gamli er mest keddur um, at løgreglan brúkar virðismikla tíð til at kanna skeivan persón, og børnini hjá hjúnunum hugsa júst tað sama.

- Børnini hava í longri tíð drigist við tankan: Hvør leitar eftir mammu? Hvar er mamman, og hvat er hent við henni? Hvør stendur aftan fyri hetta, eru taknar, sum hava fylt nógv hjá børnunum, sigur stuðulsadvokaturin, Ståle Kihle.

Hann vísir eisini á, at børnini eru púrasta sannførd um, at pápin hevur einki við burturblívingina at gera. - Hetta vita tey, tí hetta hevur verið ein samansjóða familja, og børnini siga seg vera uppvaksin í einum ógvuliga góðum heimi, sigur stuðulsadvokaturin við VG.

 

 

- Børnini eru fegin, men ikki so ovfarin av avgerðini, tí tey eru sannførd um, at pápin er ósekur.