Hagen-familjan er ikki ovfarin

Í Hagen-familjuni eru tey ikki ovfarin av, at málið um 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen, nú er skrásett sum óloyst dráp.

 

Í dag visti norska kringvarpið NRK at siga, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, nú formelt er skrásett dripin. Løgreglan dugir ikki neyvt at siga, nær hon er dripin, og tí er náttúrligt, sigur kanningarleiðarin í málinum, Tommy Brøske, at dagurin, tá hon bleiv burtur, eisini er settur sum deyðsdagur.

Norska kriminalløgreglan - Kripos - hevur í vikuni kunngjørt drápshagtøl fyri 2019. Eisini varð kunngjørt eitt yvirlit yvir tilsamans 34 óloyst dráp heilt aftur til 1991. Tað feskasta av higartil óloystu málum er málið um Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í 2018.

Í 14 mánaðir hevur norska løgreglan roynt at loyst hetta mál, og leitað hevur verið bæði á landi og í vøtnum í vónini um at finna hina 69 ára gomlu. Roynt hevur eisini verið at funnið út av, hvør ella hvørji standa aftan fyri brotsgerðina, tí løgreglan er ikki í iva um, at talan er um eina brotsgerð.

Er nakað nýtt hent í málinum, nú løgreglan - svart upp á hvítt - slær fast, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin?

- Vit "sláa ikki fast", at Anne-Elisabeth Hagen er dripin, men vit hava arbeitt við einum høvuðsástøði, sum er dráp, síðan tíðliga á sumri í 2019. Soleiðis, sum málið liggur nú, halda vit tað vera náttúrligt, at hon kemur í skrásetingina sum óloyst dráp, sigur kanningarleiðarin.

Í Hagen-familjuni eru tey sambært advokatinum hjá familjuni ikki ovfarin av tí, sum nú er hent. - Hetta er í samsvar við tað, sum løgreglan hevur sagt. So, hetta  kemur ikki óvart á, sigur Svein Holden, sum umboðar familjuna hjá Anne-Elisabeth Hagen.

Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, vísir á, at tað, at hetta mál nú er skrásett sum óloyst dráp, hevur í útgangsstøðinum lítlan týdning fyri kanningararbeiðið. - Heilt síðan í fjør summar hava vit hildið tað verið mest hugsandi, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin.

Kanningarleiðarin heldur, at so leingi, sum hetta er høvuðsástøðið hjá løgregluni, samstundis sum málið enn ikki er loyst, heldur løgreglan tað vera náttúrligt, at málið nú verður skrásett sum óloyst dráp.

##med2##

 

 

Anne-Elisabeth Hagen á ungum árum.