Í morgin - hin 31. oktober - er eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr heimi sínum.

Hagen-familjan hevur sent nýggj boð

Advokaturin hjá Hagen-familjuni hevur seinnapartin í dag hildið tíðindafund, sum stórur áhugi var fyri.

Í morgin - hin 31. oktober - er eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr heimi sínum.

 

Seinnapartin í dag var tíðindafundur í Noregi í samband við, at tað í morgin, hin 31. oktober, er eitt ár liðið, síðan ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog. Tað var advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, sum hevði kallað inn til tíðindafundin, sum varð sendur beinleiðis og sum stórur áhugi var fyri.

Tað nýggjasta, sum advokaturin kundi bera fjølmiðlafólki í dag, var, at familjan hjá norsku ríkmanskonuni so seint sum í hesum mánaðinum - oktober - aftur hevði vent sær til hugsandi mótpartin. Advokaturin vildi tó einki siga um, hvat sagt verður í hesum boðum, sum familjan enn einaferð hevur sent.

- Tað er eingin ivi um, at hetta hevur verið eitt trupult og avbjóðandi ár hjá hennara nærmastu familju, bæði stórum og smáum, sum advokaturin tók til. Hann vísti á, at árið eisini hevur verið hart hjá familjuni annars, vinum og kenningum. Svein Holden segði, at familjan er ógvuliga takksom fyri allan tann stuðul og tankar, sum tey hava fingið, bæði nær og fjar.

##med2##

Advokaturin segði á tíðindafundinum, at ársdagurin í morgin - hin 31. oktober - verður ein trupul dagur í familjuni. - Fyri tey verður dagurin byrjanin til eitt nýtt ár í óvissu. Hann segði eisini, at fólk í Hagen-familjuni hava verið í mongum og drúgvum avhoyringum, og ein av afturvendandi spurningunum hevur verið, hvør kann hava gjørt seg inn á familjuna.

Í august mánaði segði advokaturin, at seinastu boðini, sum familjan hevur fingið frá einum hugsandi mótparti, var hin 8. juli í ár, og tá fekk familjan at vita, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. Kortini hevur løgreglan seinastu mánaðirnar havt sum sítt høvuðsástøði, at ríkmanskonan helst er dripin.

Lagt hevur tó verið aftrat, at tað eru eingi prógv fyri, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin, og tað eru heldur eingi prógv fyri, at hon er á lívi. Seinasta lívstekin til hennara er ein telefonsamrøða um mongunin hin 31. oktober - ella fyri júst einum ári síðan, tá klokkan verður 09.14 í morgin.

Tá ringdi hon til onkran í familjuni, men bert 34 minuttir seinni, tá ein elektrikari og granni ringdi til hennara, tí hann hevði eina avtalu við hana um at skifta nakrar lampur í køkinum - ja, tá varð telefonin ikki tikin. Sama morgun ringdu fleiri á telefonina hjá Anne-Elisabeth Hagen, men eftir klokkan 09.14 varð telefonin ongantíð tikin.

Norska løgreglan hevur havt telefonina hjá ríkmanskonuni í varðveitslu, tí telefonin lá eftir í heiminum, tá løgreglan sama seinnapart, sum Anne-Elisabeth Hagen hvarv, kom í heimið at gera tekniskar kanningar. Eftir at hon gavst at taka telefonina henda morgunin, ringdu fleiri í familjuni til hennara, eisini maðurin og miljarderurin, Tom Hagen.

##med3##

 

 

Í morgin - hin 31. oktober - er eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr heimi sínum.

Svein Holden er advokatur hjá Hagen-familjuni.

Anne-Elisabeth Hagen er fødd Rasmussen. Soleiðis sá hon út á yngri árum.