Tað var hin 31. oktober í fjør, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, og síðan hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hina 69 ára gomlu.

Hagen-familjan umhugsar nú finningarløn

Sambært VG umhugsar familjan hjá horvnu norsku ríkmanskonuni at bjóða út eina finningarløn til tann ella tey, sum kunnu verða við til at loysa gátuføra málið.

Tað var hin 31. oktober í fjør, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, og síðan hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hina 69 ára gomlu.

 

Familjan hjá horvnu Anne-Elisabeth Hagen umhugsar nú at bjóða út eina finningarløn til tann ella tey, sum kunnu koma koma við upplýsingum, sum kunnu loysa gátuna um, hvat er hent við hini 69 ára gomlu ríkmanskonuni.

Maður Anne-Elisabeth Hagen, Tom Hagen, sum telist millum ríkastu menn í Noregi, umhugsar sambært norska blaðnum VG nú ein slíkan møguleika. Heimasíðan veit eisini at siga, at løgreglan hevur verið upp í málinum um finningarløn.

- Finningarløn hevur verið nevnt í ymiskum sambandi, men løgreglan sjálv arbeiðir ikki við slíkum. Tað er faktiskt ein samfelagsskylda hjá fólki at siga frá, um tey vita okkurt í einum slíkum máli sum hesum, sigur Tommy Brøske, kanningarleiðari.

Kanningarleiðarin vil ikki gera viðmerkingar til ítøkiligar peningaupphæddir, sum familjan hevur nevnt í spurninginum um eina møguliga finningarløn. - Tað vil vera heilt náttúrligt, at eitt slíkur møguleiki kemur upp at venda, sigur Tommy Brøske.

Advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, hevur sambært VG ongar viðmerkingar til spurningin um eina møguliga finningarløn.

Tað var hin 31. oktober í fjør, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, og síðan hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hina 69 ára gomlu.