Hagen hevði ongantíð viðgingið dráp

Brotsgerðin hevur verið tilrættaløgd yvir eina tíð, har ymisk spor eisini eru plantað í royndini at skava út yvir dráp.

Norska løgreglan leitar nú eftir notat-bókum hjá miljarderinum, Tom Hagen.

Norska løgreglan leitar nú eftir notat-bókum hjá miljarderinum, Tom Hagen.

 

Tom Hagen hevur í eitt langt áramál skrivað notatbøkur, sum hesar bøkur verða róptar. Hesum bókum hevur norska løgreglan leitað eftir í vónini um, at tær kunnu geva onkur svar í kanningararbeiðnum.

Soleiðis, sum VG skilir, hevur leitanin eftir hesum bókum hjá miljarderinum verið ein partur av loyniliga kanningararbeiðnum, nú 70 ára gamli, Tom Hagen, er varðhaldsfongslaður og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp.

VG veit í kvøld at siga, at Tom Hagen eftir øllum at døma er ein skipaður maður og taktikari burturav. Eitt, sum hann hevur sær sjálvum til hjálpar, er hansara egnu notatbøkur, har hann dagliga skrivar niður sínar hugsanir og ætlanir.

- Tom Hagen hevur sjálvur greitt fólki, sum hava verið kring um hann, frá, hvønn týdning hesar bøkur hava og hava havt fyri hann, har hann hevur arbeitt skipað gjøgnum mong ár. Alt, hann fæst við, snýr seg um at loysa uppgávur eftir ávísari skipan, veit VG at siga.

Sambært upplýsingum, sum VG hevur, hevur løgreglan lisið onkrar av notatbókunum, men tey ynskja at síggja allar hesar bøkur, tí tey halda, at bøkurnar kunnu verða við til at kortleggja hansara lív í smálutir.

- Vit hava fingið at vita, at løgreglan eitt nú hevur leitað í heiminum í Lørenskog, smáttuni, sum hann eigur og á arbeiðsplássinum, skrivar VG.

Heimasíðan sigur seg eisini hava skilt, at løgreglan ongantíð hevur roknað við, at Tom Hagen fór at viðganga, at hann hevur nakað við burturblívingina av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, at gera.

Tí hevur løgreglan heldur ongantíð reist henda spurning yvir fyri honum, tá miljarderurin hevur verið avhoyrdur. Hetta er eisini orsøkin til, at løgreglan hevur brúkt loyniligar kanningarhættir, sum eitt nú telefonlurting og rúmlurting.

- Kanska fór Tom Hagen at snakka við onkran annan um tað, sum er hent - ella við seg sjálvan, skrivar VG í kvøld.

Norska løgreglan hevur skuldsett miljarderin fyri dráp, tí tey halda, at hann - antin einsamallur ella saman við øðrum - hevur dripið konu sína, Anne-Elisabeth Hagen. Løgreglan heldur, at drápið hevur verið tilrættalagt yvir eina tíð, har ymisk spor eisini eru plantað í royndini at skava út yvir dráp.

- Løgreglan hevur funnið dna hjá Tom Hagen, sum tey halda kann knýtast til burturblívingina, og tey hava eisini funnið lívfrøðilig spor frá Anne-Elisabeth Hagen á einum luti, sum hugsandi eisini hevur týdning fyri málið, veit VG at siga.

 

 

Norska løgreglan leitar nú eftir notat-bókum hjá miljarderinum, Tom Hagen.