VG sigur seg hava fingið at vita, at tað serliga eru kanningarnar á bústaðnum, sum kunnu gerast avgerandi fyri einari uppkláring.

Hagen: Løgreglan væntar uppkláring

Tommy Brøske, kanningarleiðari, vil ikki siga ítøkiliga, hvussu vísur hann er í einari uppkláring innan árslok.

 

VG sigur seg hava fingið at vita, at tað serliga eru kanningarnar á bústaðnum, sum kunnu gerast avgerandi fyri einari uppkláring.

 

Nú skjótt eitt ár er liðið, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog í Noregi, hevur kanningarleiðarin í málinum, Tommy Brøske, framvegis vónir um, at gátan um ríkmanskonuna verður loyst, áðrenn 2019 er runnið.

Enn veit løgreglan ikki, hvat hendi konuni, men í løtuni bíðar løgreglan eftir svarum upp á sentralar kanningar í málinum, sum tikið verður til. - Vit hava framvegis ein málsetning um at loysa málið í 2019, tó at árið er farið at halla. 

Hetta er fyrstu ferð, at norska løgreglan alment úttalar seg um, at tey hava eitt mál - og at møguleikar eru fyri - at loysa málið innan árslok. - Vit arbeiða við viðkomandi "projektum og uppgávum", sum kunnu verða við til at geva eina uppkláring.

##med2##

Tommy Brøske vil tó ikki siga nakað ítøkiligt um, hvussu vísur hann er í einari uppkláring innan árslok. - Nei, eg tori ikki at seta eitt prosenttal á, hvussu stórur møguleikin er fyri einari uppkláring í 2019, leggur kanningarleiðarin aftrat.

VG sigur seg hava fingið at vita, at tað serliga eru kanningarnar á bústaðnum, sum kunnu gerast avgerandi fyri einari uppkláring í málinum. Her bíðar løgreglan eftir tekniskum kanningum, sum kunnu geva avgerandi svar í málinum.

Eitt dømi er, um løgreglan grundað á teknisku kanningarnar kann megna at endurskapa ein dna-profil. VG hevur áður skrivað, at løgreglan hevur funnið ymiskar persónligar ognarlutir hjá Anne-Elisabeth Hagen í heiminum.

VG hevur eisini skrivað, at teknisk spor í heiminum benda á, at Anne-Elisabeth Hagen var fyri einari valdsgerð, tá hon sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í fjør - ella fyri skjótt einum ári síðan. 

 

 

VG sigur seg hava fingið at vita, at tað serliga eru kanningarnar á bústaðnum, sum kunnu gerast avgerandi fyri einari uppkláring.