Hagen-málið: Aftur ein leyslating

Tað gongur ikki væl hjá norsku løgregluni at fáa dómstólarnar at trúgva upp á, at tey hava fatur í rætta endanum í málinum um Anne-Elisabeth Hagen.

 

Maðurin í 30-árunum, sum norska løgreglan handtók hóskvøldið í samband við málið um Anne-Elisabeth Hagen, er nú leyslatin aftur. Tað hendi seinnapartin í dag. Løgreglan hevur annars skuldsett mannin fyri at hava dripið - ella viðvirkað til dráp - av norsku ríkmanskonuni, sum hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018.

Ein orsøkin til, at maðurin varð handtikin, er, at hann og Tom Hagen kennast, og haraftrat er ungi maðurin teldukønur og hevur sambært løgregluni arbeitt við kryptovaluta. Løgreglan viðgekk, at handtøkan av manninum varð framskundað, tí vandi var fyri, at Tom Hagen fór at vera leyslatin í gjár, sum hann eisini varð.

Norska løgreglan sigur í dag, at tey hava avhoyrt mannin fleiri ferðir og eisini seinnapartin í dag, og her hevur maðurin greitt frá tí, hann hevur verið spurdur um. Sambært løgregluni er maðurin nú leyslatin aftur, tí løgreglan metir ikki, at nøkur prógv kunnu fara til spillis, tó at maðurin ikki er í varðhaldi.

Løgreglan sigur seg í dag ikki hava fleiri viðmerkingar til leyslatingina. Verjin hjá manninum í 30-árunum, Dag Svensson, sum nú altso er leyslatin, sigur, at maðurin noktar seg sekan í skuldsetingunum hjá løgregluni, men annars hevur hann ongar viðmerkingar til málið.

Tað var hósdagin, at løgreglan handtók mannin, og um kvødið gjørdi løgreglan eisini húsarannsókn í heiminum, har hann býr. Í tíðindaskrivi fríggjadagin segði løgreglan, at maðurin er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til drápið av Anne-Elisabeth Hagen.

Norska løgreglan hevur sagt, at tað ikki er óhugsandi, at fleiri handtøkur verða í hesum máli. Frammanundan er eisini maður Anne-Eisabeth Hagen, Tom Hagen, handtikin, men hann varð leyslatin aftur í gjár, tá rætturin metti, at løgreglan ikki hevur nóg góð prógv móti honum.

Sum skilst, er maðurin í 30-árunum framvegis skuldsettur í málinum um Anne-Elisabeth Hagen. At síggja til, hevur norska løgreglan ikki vindin í seglunum í hesum máli í løtuni, og tað gongur eftir øllum at døma illa hjá teimum at fáa rættin at trúgva upp á, at tey handtiknu higartil hava nakað við burturblívingina av Anne-Elisabeth Hagen at gera.

Vit kunnu leggja aftrat, at meðan Tom Hagen sat í varðhaldi, varð dúgliga leitað í húsunum og á matriklinum hjá honum í Lørenskog, har hann og konan búðu. Eitt nú varð leitað í einari gamlari kloakkskipan, sum hevur deksil í túninum, og meðan hetta arbeiðið varð gjørt, var tjald sett upp í túninum.

Bilhúsið hjá Tom Hagen varð ruddað, og her tók løgreglan ymisk amboð við sær til kanningar, eins og kriminalteknikarar sluppu fram at í bilhúsinum og á sethúsaognini annars at gera sínar kanningar. Løgreglan hevur eisini gjørt rannsóknir á arbeiðsplássinum hjá Tom Hagen, eins og leitað hevur verið í einari smáttu, hann eigur og í umhvørvinum, har smáttan liggur.

Einki hevur verið sagt um, hvørt nakað av týdningi fyri málið er funnið í hesari leiting, men tá Tom Hagen nú er leyslatin, er hugsandi, at løgreglan hevur verið rímiliga tómhent.