Hagen-málið: Fá hava gjørt vart við seg

- Vit hava aftur verið á staðnum í Lørenskog í dag og hava gjørt nakrar uppfylgjandi kanningar, sigur Tommy Brøske.

Aftur í dag hava kriminalteknikarar kannað bústaðin í Lørenskog, har Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Aftur í dag hava kriminalteknikarar kannað bústaðin í Lørenskog, har Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

 

Tveir dagar eftir, at norska løgreglan almannakunngjørdi, at tey leita eftir fólki, sum hava keypt skógvar kontant av merkinum Sprox-sporet, hava færri enn 20 fólk - av umleið 300 keyparum - givið seg til kennara hjá løgregluni.

Tað var á tíðindafundi mikudagin, at norska løgreglan avdúkaði, at tey hava staðfest spor av nevnda skógvamerki á bústaðnum hjá 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen.

Tommy Brøske, kanningarleiðari hjá norsku løgregluni, sigur, at tað ikki er óhugsandi, at júst hesi sporini, sum kriminalteknikarar hava staðfest, kunnu vera ein gongd leið í royndini av loysa gátuna um horvnu Anne-Elisabeth Hagen.

- Vit hava verið aftur á staðnum í dag, og her hava vit gjørt nakrar uppfylgjandi kanningar, men hesar kanningar hava ikki nakað beinleiðis samband við skógvamerkini ella sporini, vit hava staðfest, sigur kanningarleiðarin.

Anne-Elisabeth Hagen hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í fjør, og higartil hevur eingin hvørki sæð ella hoyrt nakað til hennara. Seinasta lívstekin er ein telefonsamrøða, hon hevði við onkran í familjuni sama mongun, sum hon hvarv.

Aftur í dag hava kriminalteknikarar kannað bústaðin í Lørenskog, har Anne-Elisabeth Hagen hvarv.