Hagen-málið: Familjan hevur goldið 10 miljónir

Keldur siga, at Hagen-familjan í Noregi hevur goldið meira enn 10 miljónir í royndini at fáa lívstekin frá ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen.

 

 

Sambært keldum, sum VG í Noregi hevur samband við, veit heimasíðan at siga, at hugsandi mótparturin - tann ella tey, sum kunnu hava rænt Anne-Elisabeth Hagen - aftur hevur tikið upp samband við familjuna. VG veit at siga, at hetta skal vera hent í juli, og at familjan skal hava goldið meira enn 10 miljónir norskar krónur í royndini at fáa mótpartin at prógva, at ríkmanskonan framvegis er á lívi.

Tað var hin 31. oktober í fjør, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heiminum í Lørenskog, har hon og maður hennara, miljarderurin Tom Hagen búðu. Hann var til arbeiðis henda morgun, men tá hann kom heim aftur nakað eftir klokkan 13, var konan horvin. Seinasta lívstekin til hennara er ein telefonsamrøða, hon hevði við onkran í familjuni hin 31. oktober - ítøkiliga klokkan 09.14.

Sambært keldum, lá eitt bræv í heiminum, sum hugsandi ránararnir høvdu lagt eftir sær. Í brævinum var eitt krav um loysigjald á níggju miljónir evrur, og í brævinum lá eisini ein hóttan um, at lívið hjá Anne-Elisabeth Hagen var í vanda, um løgreglan ikki varð hildin uttan fyri málið. Men, ein lítlan tíma eftir, at Tom Hagen hevði staðfest, at kona hansara var burtur, setti hann seg í samband við løgregluna.

Í tíggju vikur arbeiddi løgreglan í loyndum við málinum, tí tey vildu ikki, at hugsandi ránararnir skuldu finna út av, at tey vóru drigin upp í málið. Tískil fekk almenningurin einki at vita, fyrr enn fyrst í hesum árinum, tá løgreglan líka sum hevði mist tolið og vendi sær til almenningin um hjálp. Tá fekk eisini advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, høvi vegna familjuna at venda sær til hugsandi ránararnar um, at familjan ynskti at fáa lívstekin og var sinnað at samskifta um eina loysn.

Tá tað tíðliga í summar hevði verið deyðatøgn í fleiri mánaðir frá einum hugsandi mótparti - ella møguligum ránarum - metti norska løgreglan, at talan ikki kundi vera um rán við fíggjarligum áhugamálum. Tí, um so var, so máttu tann ella tey, sum kundu havt rænt Anne-Elisabeth Hagen, víst størri áhuga fyri at fáa ætlaða loysigjaldið. Norska løgreglan broytti tá sítt høvuðsástøðið í málinum til at vera, at ríkmanskonan helst er dripin. 

Tað fall ikki í góða jørð hjá advokatinum hjá familjuni, at løgreglan soleiðis broytti sítt høvuðsatstøði, og Svein Holden var slett ikki samdur í hesi meting. Nú vísir VG so til keldur, sum skulu vita at siga, at hugsandi mótparturin aftur í juli hevur vent sær til Hagen-familjuna, og at familjan hevur goldið meira enn 10 miljónir norskar krónur fyri at fáa prógv um, at Anne-Elisabeth Hagen framvegis er á lívi.

Advokaturin hjá familjuni vil sambært VG ikki gera viðmerkingar til hesar upplýsingar, og tað vil norska løgreglan, sum arbeiðir við málinum, heldur ikki. Løgregan vil einki siga um, hvørt tey aftur fara at broyta sítt høvuðsástøði í Hagen-málinum, nú keldur vita at siga, at hugsandi mótparturin aftur hevur latið hoyra frá sær og skal hava vent sær aftur til familjuna hjá 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen. Men, higartil hevur familjan sambært heimasíðuni eingi prógv fingið um, at ríkmanskonan er á lívi.