Hagen-málið: Hetta er status beint nú

- Skógvarnir, sum løgreglan hevur áhuga í, kunnu vera keyptir bara til tað eina endamálið, nevniliga at flyta Anne-Elisabeth Hagen burtur úr heimi sínum.

Norska løgreglan hevur funnið skógvamerki av hesum slag í umhvørvinum í Lørenskog.

Norska løgreglan hevur funnið skógvamerki av hesum slag í umhvørvinum í Lørenskog.

 

Einans 30 av út við 300 skógvakeyparum hava givið seg til kennar, eftir at norska løgreglan herfyri heitti á fólk, sum hava keypt eitt ávíst slag av skóm og goldið fyri keypið við reiðum peningi. Nú heldur løgreglan, at tað ikki kann útilokast, at skógvarnir, sum spor eru funnin av á ognini í Lørenskog, har 69 ára gamla Anne-Elisabeth Hagen hvarv, bert eru keyptir til endamálið at flyta ríkmanskonuna úr bústaðnum.

Hálv onnur vika er liðin, síðan norska løgreglan hevði tíðindafund, har tey eftirlýstu keyparar av skógvamerkinum, Sprox í støddini, 44–46. Í dag greiðir Tommy Brøske, kanningarleiðari, frá, hvat status er í samband við eftirlýsingina eftir skógvakeyparum.

- Vit hava fingið út við 60 fráboðanir - uttan, at allar fráboðaninar snúgva seg um skógvar.  Eg vil framvegis mæla fólki, sum hava keypt nevndu skógvar, til at venda sær til løgregluna, sigur kanningarleiðarin við VG. Hann leggur aftrat, at umleið 30 fráboðanir eru komnar frá fólki, sum hava keypt nevnda skógvamerkið og goldið við reiðum peningi.

Tommy Brøske vísir í samrøðu á, at løgreglan hevur nevnt talið 300, men hetta tal er sambært www.dagbladet.no nú tódnað niður til umleið 260.

www.vg.no spyr, um hugsandi skógvakeyparin, sum løgreglan leitar eftir, kann hava keypt skógvarnar fyri reiðan pening ella við gjaldskorti, sigur kanningarleiðarin, at løgreglan ikki hevur nakra meining um tað - uttan tað, at neyðugt er at kanna keyp av báðum sløgum.

Tommy Brøske sigur, at løgreglan hevur royndir frá øðrum málum, og tí kunnu tey ikki útihýsa, at skógvarnir bert eru keyptir til tað eina endamálið - at flyta Anne-Elisabeth Hagen úr bústaðnum. Um so er, hava tey ella tann, sum standa aftan fyri burturblívingina, helst syrgt fyri at sletta spor.

##med2##

Norska løgreglan hevur áður sagt, at tey hava eftirkannað keyp av nevndu skógvum, sum eru framd við gjaldskorti. - Hetta er eitt umfatandi arbeiði, sum nú er í gongd, og eg havi ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, sigur kanningarleiðarin.

Tað var hin 31. oktober í fjør, at ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum, meðan maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, var til arbeiðis. Síðan konan hvarv, er einki lívstekin komið frá henni, og norska løgreglan heldur, at hin 69 ára gamla er dripin - og ikki rænd við fíggjarligum endamáli, sum annars varð hidið í fleiri mánaðir.

 

 

Norska løgreglan hevur funnið skógvamerki av hesum slag í umhvørvinum í Lørenskog.

Tað var hin 31. oktober í fjør, at 69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr bústaði sínum.