Hagen-málið: Løgreglan fingið DNA-svar

Norska løgreglan er nú bjartskygdari, tá ræður um at fáa svar upp á teir nógvu ósvaraðu spurningarnar í Hagen-málinum.

 

Norska løgreglan hevur nú fingið svar upp á ástaðarkanningar í heiminum í Lørenskog, har horvnað, Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, búðu. Vónin er, at úrslitini frá hesum kanningum kunnu hjálpa løgregluni at finna fram til, hvør stóð aftan fyri brotsgerðina móti ríkmanskonuni.

- Vit hava fingið leypandi svar upp á innsendar DNA-sporroyndir, skrivar kanningarleiðarin, Tommy Brøske, í telduposti til VG. Heimasíðan hevur eisini fingið upplýst, at kannaða biologiska tilfarið er savnað inn av lutum, sum eru funnir í húsunum hjá Hagen-hjúnunum.

Løgreglan roynir við hesum at finna út av, hvør var í húsunum í Lørenskog, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv hin 31. oktober í 2018, og hvør stendur aftan fyri brotsgerðina, sum er framd móti henni.

Í drúgva kanningararbeiðnum hevur verið mett, at úrslitini frá ástaðarkanningum kunnu gerast ógvuliga týdningarmikil fyri uppkláringina av málinum. Uttan at hava líkið av Anne-Elisabeth Hagen, hevur tað verið ógvuliga avmarkað við sporum, sum kunnu peika á, hvar konan møguliga kann vera dripin og burturbeind.

Óvist er eisini, hvussu Anne-Elisabeth Hagen er tikin út úr heiminum, og hvar hon er endað.

Bente Mevåg er ein av fremstu DNA-serfrøðingum í Noregi. Hon arbeiddi eisini við Lørenskog-málinum, áðrenn hon gjørdist pensjónerað í desember í fjør. Hon hevur arbeitt við rættargenetiskum málum í sambandi við revsimál og hevur í hesum sambandi verið knýtt at Universitetssjúkrahúsinum í Oslo.

- Sum heild kann eg siga, at tað, at DNA er funnið á staðnum, ikki í sær sjálvum neyðturviliga loysir eitt mál. Tað er saman við restini av taktiska arbeiðnum hjá løgregluni, at DNA kann koma til sín rætt, sigur Bente Mevåg, sum tó ikki vil gera viðmerkingar til nakað av tí, hon arbeiddi við í Hagen-málinum.

##med2##

Tommy Brøske, kanningarleiðari, sigur, at tað ikki er óhugsandi, at løgreglan fer at senda enn fleiri sporroyndir til kanningar, eins og tað er hugsandi, at løgreglan eisini fer at hava nýggjar spurningar í samband við longu sendar og svaraðar DNA-royndir.

Eftir at hava roynt at loyst gátuna um horvnu, Anne-Elisabeth Hagen, í fimtan mánaðir, skilir VG, at løgreglan nú er bjartskygdari, tá ræður um at fáa svar upp á teir nógvu ósvaraðu spurningarnar í málinum.

Og hesir spurningar eru eitt nú - 

* Hvør drap ella burturflutti Anne-Elisabeth Hagen?

* Hvussu mong hava verið við í brotsgerðini?

* Hvør bilur er brúktur til at flyta Anne-Elisabeth Hagen úr heiminum?

* Hvør skrivaði hóttanarbrævið, sum lá í heiminum?

* Hvar endaðu tær 1,3 miljónir evrurnar, sum Tom Hagen flutti til mótpartin?

* Hvar er eitt møguligt lík krógvað?

##med3##

 

 

Løgreglan hevur eitt nú avdúkað ókend skógvaspor í heiminum í Lørenskog.

Anne-Elisabeth Hagen á blaðungum árum.