Hagen-málið: Løgreglan kannar skógvar og fótaspor

- Tað var eitt sindur óbehagiligt at fáa løgregluna á gátt, sigur eitt vitni, sum VG hevur skift orð við.

 

Í longri tíð hevur lítið og einki verið at lisið í norskum miðlum um ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum á loyndarfullan hátt hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í fjør. Men, í gjár var aftur okkurt smávegis at frætta, tá VG skrivaði, at løgreglan, sum roynir at loysa gátuna, nú hevur verið á gátt hjá fleiri vitnum og tikið myndir av mynstrinum í botninum av skóm.

Eitt av vitnunum sigur við heimasíðuna, at løgreglufólk komu á gátt og vildu sleppa at taka myndir av skógvum, sum tey hava standandi. - Eg skilti, at løgreglan leitar eftir, hvørji fótaspor eru í økinum kring húsini hjá ríkmanshjúnunum í Lørenskog. Av tí, at eg havi verið har um tað mundi, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, skuldu sporini í mínum skóm eisini avmyndast.

Vitnið, sum heimasíðan hevur skift orð við, sigur, at tað kendist eitt sindur óbehagiligt soleiðis at fáa løgregluna á gátt, men hon sigur seg væl skilja, at løgreglan eisini ger slíkar kanningar. - Men, eg føli kortini ikki, at løgreglan hevði nakran illgruna um, at eg havi nakran leiklut í tí, sum er hent, sigur vitnið.

Tað eru nú sjey mánaðir síðan, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv, og løgreglan hevur alla tíðina hildið, at hon er vorðin rænd við kravi um loysigjald. Hóast hesa longu tíð, dugir løgreglan framvegis ikki at siga nakað um, hvat er hent ríkmanskonuni, hvar hon kann vera - og ei heldur, um hon er livandi ella deyð. 

VG hevur fingið váttan um, at norska løgreglan áður hevur kannað skógvar og spor og hevur tikið myndir av skógvum hjá fólki, sum eru partur av kanningararbeiðnum. Talan er um fólk, sum løgreglan metir kunnu hava verið í økinum í Lørenskog um ta tíðina, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum.