Her verða ting og lutir borin úr bilhúsinum og út í bilar, sum standa í túninum. Mynd: Lesaramynd.

Hagen-málið: Nú verður heimið rannsakað

Hósdagurin var triði dagur á rað við umfatandi kanningum á ognini hjá norska miljarderinum, Tom Hagen, sum er skuldsettur fyri dráp.

Her verða ting og lutir borin úr bilhúsinum og út í bilar, sum standa í túninum. Mynd: Lesaramynd.

 

Hósdagin varð eitt tjald sett upp í túninum við bústaðin hjá miljarderinum, Tom Hagen, sum nú situr varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava dripið - ella at hava viðvirkað til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018.

Tjaldið varð sett upp framman fyri bilhúsið og inngongdina til húsini, og síðan varð alt, sum var í bilhúsinum, borið út í bilar, sum løgreglan hevði á staðnum.

Millum tey ting, sum vitni sóu løgreglufólk bera út, vóru eitt nú barnavognur, kavaskuffa,  grasklippari, gassfløska, nakrar spannir og ein røð av ymiskum øðrum lutum og tingum. Tá bilhúsið varð tómt, fóru kriminalteknikarar í hvítum búnum í gongd við sínar kanningar.

Norska heimasíðan VG hevur fingið myndir frá lesarum, sum vísa løgreglufólk bera ymiskt út bilhúsinum og út í bilar í túninum. Løgreglan hevur fleiri ferðir áður gjørt kanningar á bústaðnum, men síðan Tom Hagen varð handtikin og fongslaður, eru tey sambært VG farin meira gjølliga í gongd.

Hósdagurin var triði dagur á rað við umfatandi kanningum á ognini, har arbeitt hevur verið bæði innan-og uttandura. Orsøkin til, at løgreglan hevur sett tjaldið upp, metir VG vera fyri, at fólk ikki skulu síggja, hvat gongur fyri seg - og fyri at verja ting og lutir móti regndropum, sum vóru í luftini henda dagin.

VG veit at siga, at Tom Hagen sjáldan hevur brúkt bilhúsið seinasta hálvt annað árið.

Við heimasíðuna sigur vitni, sum fylgdi arbeiðnum hjá løgregluni á ognini hjá Tom Hagen henda dagin, at løgreglan fylti upp í fleiri bilar. Fleiri av lutunum, sum vórðu bornir út úr bilhúsinum og í bilarnar, tók løgreglan við sær - hugsandi til kriminaltekniskar kanningar.

Fólk, sum VG hevur skift orð við og sum áður hava verið inni í heiminum í Lørenskog, siga, at ein hurð gongur úr húsunum og beint út í bilhúsið, sum hevur tvær hurðar. - Tingini vórðu borin út í ein sivilan løgreglubil, og her vóru fleiri pappeskjur og ruskposar, leggur vitnið, sum var á staðnum, aftrat.

Seinnapartin hósdagin komu eisini fólk frá einari lokalari glasfyritøkuni í túnið. Hvat tey gjørdu á ognini, veit VG ikki at siga, og fyritøkan vil heldur ikki upplýsa yvir fyri heimasíðuni, hvørjar uppgávurnar hjá teimum vóru á ognini.

VG hevur eisini vent sær til løgregluna fyri at fegnast um átakið hósdagin, men løgreglan sigur, at tey í løtuni ongar viðmerkingar hava til málið. Fyrr í hesi vikuni hevur løgreglan eisini latið miðlarnar vita, at tey neyvan fara at svara nøkrum spurningum beint í løtuni.

- Vit noyðast í fyrsta lagi at hugsa um neyðuga kanningararbeiðið, sum skal gerast nú, siga tey hjá norsku løgregluni.

VG vísir á, at í gátuføra málinum um Anne-Elisabeth Hagen arbeiddi løgreglan leingi við høvuðsástøðinum um, at ríkmanskonan helst varð rænd við fíggjarligum endamáli, men í fjør summar broytti løgreglan sítt høvuðsástøði og segði, at tey nú meta, at konan er dripin.

Týsmorgunin í hesi vikuni varð so maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, handtikin, eftir at løgreglan yvir longri tíð - og í loyndum - hevur kannað viðurskiftini og umstøðurnar hjá honum, og hetta hevur eitt nú verið gjørt við loyniligum avlurtingum í heiminum í Lørenskog.

Mikudagin í hesi vikuni varð Tom Hagen eftir grundlógaravhoyr, sum vardi í fleiri tímar, varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur, meðan løgreglan ger neyvari kanningar. Miljarderurin noktar seg sekan og sigur seg als einki hava við burturblívingina av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, at gera.

Grundllógaravhoyringin var í Nedre Romerike Tingrett, og rætturin heldur í sínari niðurstøðu eftir avhoyringina, at tað ikki er óhugsandi, at fleiri kunnu hava verið við í brotsgerðini ímóti Anne-Elisabeth Hagen, sum nú hevur verið sporleyst burtur í hálvt annað ár.

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hevur sagt, at grundarlagið hjá løgregluni at handtaka og varðhaldsfongsla miljarderin eftir hansara tykki er ógvuliga veikt, og í grundlógaravhoyringini mælti hann til, at maðurin varð leyslatin eftir fundin.

##med2##

 

 

Her verða ting og lutir borin úr bilhúsinum og út í bilar, sum standa í túninum. Mynd: Lesaramynd.

Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, Tom Hagen, sum nú er skuldsettur fyri dráp.