- Eg gerist ovfarin, um løgreglan framvegis útilokar, at Anne-Elisabeth Hagen kann vera á lívi, staðfesti advokaturin á tíðindafundinum í dag.

Hagen-málið: Tey siga hon er á lívi

Á tíðindafundi í dag greiddi advokaturin, Svein Holden, frá seinasta sambandinum, sum Hagen-familjan hevur havt við møguligu ránararnar.

- Eg gerist ovfarin, um løgreglan framvegis útilokar, at Anne-Elisabeth Hagen kann vera á lívi, staðfesti advokaturin á tíðindafundinum í dag.

 

Í dag skipaði advokaturin hjá Hagen-familjuni í Noregi, Svein Holden, fyri tíðindafundi í samband við, at sokallaði mótparturin hin 8. juli í ár hevði tikið upp samband aftur við familjuna hjá burturblivnu ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, sum eingin hvørki hevur hoyrt ella sæð nakað til síðan hin 31. oktober í fjør.

- Tað verður sagt greitt, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi, men vit hava eingi prógv fingið um, at hetta er rætt, staðfesti advokaturin. 

Herfyri skrivaði VG, at miljarderurin, Tom Hagen, sum er maður Anne-Elisabeth Hagen, hevði goldið fleiri enn tíggju miljónir norskar krónur fyri at fáa mótpartin at geva familjuni eitt prógv um, at konan framvegis er á lívi. 

Í meira enn eitt hálvt ár høvdu hvørki familja, advokatur ella løgregla havt nakað samband við mótpartin, og í hesum tíðarskeiði hevur familjan fleiri ferðir vent sær til mótpartin um ein digitalan pall, sum tað verður rópt. Men, hin 8. juli tók mótparturin so aftur samband við Hagen-familjuna, segði advokaturin á tíðindafundinum í dag.

- Sambandið fevnir um fleiri ymisk viðurskifti, sum eg ikki kann almannakunngera, men tað eru tvey ting, eg kann nevna. Vit skilja í fyrsta lagi boðini, sum eitt klárt og týðiligt svar upp á eini boð, vit lótu mótpartinum miðskeiðis í mai, og í øðrum lagi verður greitt sagt, at Anne-Elisabegh Hagen er á lívi. Men, higartil hava vit ikki fingið prógv um, at tað er so.

Svein Holden segði, at síðan hin 8. juli hevur Hagen-familjan fleiri ferðir havt samband við mótpartin, men hann vildi ikki greina hetta samband nærri. Advokaturin segði, at samskift verður við mótpartin á norskum, og hetta er orsøkin til, at hann ikki helt tíðindafundin í dag á enskum, soleiðis sum hann áður hevur gjørt. Hann vildi tó ikki siga, at mótparturin er norskur. 

Advokaturin vísti á tíðindafundinum á, at seinasta sambandið við mótpartin hevur fleiri upplýsingar, sum knýta seg til Anne-Elisabeth Hagen, og sambandið er sambært Svein Holden beinleiðis svar upp á boðini, sum Hagen-familjan sendi mótpartinum í mai, eins og greitt er frá omanfyri.

- Eg gerist tískil ovfarin, um løgreglan framvegis útilokar, at Anne-Elisabeth Hagen kann vera á lívi, staðfesti advokaturin á tíðindafundinum. Hann legði aftrat, at tey nú samskifta klárt og týðiliga, sum hann tekur til, við mótpartin. Svein Holden legði aftrat, at næsti leikur liggur hjá mótpartinum, og familjan væntar framgongd í málinum, soleiðis at Anne-Elisabeth Hagen kann koma aftur á lívi.

##med2##

Advokaturin segði eisini, at familjan hevur upplivað hesar skjótt 10 mánaðirnar, síðan ríkmanskonan hvarv, sum reinan terror, sum hann tók til. - Vit skulu minnast til, at Anne-Elisabeth Hagen bæði er hjúnarfelagi, mamma og omma. Tað er ógjørligt at ímynda sær tað, sum øll hesi - í øllum aldri - hava upplivað, segði Svein Holden.

Advokaturin segði, at familjan alla tíðina hevur sæð hetta sum eitt mál, har konan er vorðin rænd, og sambandið við mótpartin hin 8. juli hevur styrkt tey í trúnni á, at tað er júst hetta, sum familjan framvegis stendur yvirfyri, legði hann aftrat.

##med3##

 

 

 

- Eg gerist ovfarin, um løgreglan framvegis útilokar, at Anne-Elisabeth Hagen kann vera á lívi, staðfesti advokaturin á tíðindafundinum í dag.

Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.

Síðan hin 31. oktober í fjør hevur eingin hvørki sæð ella hoyrt nakað til 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen.