Hagen: Ruskposin ongantíð kannaður

Dagin eftir, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv, varð ruskposin heintaður, uttan at tað, sum var í posanum, nakrantíð varð kannað.

 

 

 

Tað er norska Dagbladet, sum í dag ber hesi tíðindi, sum eitt nú norska kringvarpið - NRK - endurgevur. Tíðindini snúgva seg um, at dagin eftir, at ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv, varð ruskposin heintaður.

Dagurin er hin 31. oktober í fjør. Tá hvarv tá 68 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen. Dagin eftir kemur renovatiónin eftir ruskposum í umhvørvinum, og tá endaði eisini ruskposin hjá ríkmanshjúnunum í ruskbilinum.

Tommy Brøske, kanningarleiðari í málinum, hevur áður sagt, at ítøkilig ting í hesum máli eru løgd á ís, tí løgreglan snøgt sagt ikki hevur tryggjað sær tey, sum partur av møguligum sporum ella próvtilfari.

Nú váttar norska løgreglan eisini, at eitt av hesum tingum, sum sipað hevur verið til, er nevniliga ruskposin, sum hoyrdi til heimið hjá Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen. 

Ruskílatið varð nevniliga tømt dagin eftir, at konan hvarv. Hetta hevur verið hin 1. november í fjør. Tað merkir, at løgreglan ongantíð hevur kannað, um okkurt kanska goymdi seg í ruskposanum.

Soleiðis verður ongantíð møguligt at fáa at vita, um nakað av týdningi goymdi seg her. Tað kann tykjast løgið, at slíkt sum húsarhaldsrusk ikki hevði áhuga henda dagin, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

##med2##

 

 

Her búðu ríkmanshjúnini, og tað var her, at onkur framdi eina brotsgerð móti Anne-Elisabeth Hagen.