Halda fram at byggja íbúðir - hóast harðlig mótmæli

Tað er á einum parti av hesum stykkinum, sum er grønt, ímillum báðar íbúðarbyggingarnar, at ætlanin nú er at byggja fleiri íbúðir.mynd:foroyakort.fo

Tað er á einum parti av hesum stykkinum, sum er grønt, ímillum báðar íbúðarbyggingarnar, at ætlanin nú er at byggja fleiri íbúðir.mynd:foroyakort.fo

Meirilutin í Tórshavnar Býráð heldur fast um ætlanina at byggja 94 íbúðir afturat undir Undir Kongavarða á Argjum.

Ætlanin er at selja einum privatum byggiharra ein part av stykkinum við tí endamáli at byggja leiguíbúðir á teimum.

Ætlanin er at byggja íbúðir í ymsum støddum, og tær verða bygdar í blokkum, sum eru tríggjar og fýra hæddir, men har verður eisini felags parkeringspláss og fríøki.

Meirilutin í býráðnum sigur, at mark er fyri, hvussu høgir íbúðarblokkarnir kunnu bera fyri at tryggja, at sethúsini, sum verða bygd við Klingurstjørn ikki skulu missa útsýnið.

Men fyri at tað skal bera til, verður tað neyðugt at broyta byggisamtyktina, og tað samtykti meirilutin í býráðnum hóskvøldið.

Allur minnilutin atkvøddu ímóti, tí tey halda, at tað er burtur við at fara undir so umfatandi bygging akkurát har.

Bæði Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, vístu á, at grannarnir hava harðliga mótmælt byggingini, og teir mæltu meirilutin til at taka mótmælini til eftirtektar.   

Annfinn Brekkstein hevur verið á borgarafundi um byggingina, og hann var rættiliga skelkaður av, hvussu hvassliga tey í eigarafelagnum undir Kongavarða, mótmæltu ætlanini.

Men tá ið avtornaði, samtyktu tey sjey í meirilutanum at broyta byggisamtyktina, so at slóðast kann fyri byggingini, men øll tey seks í minnilutanum atkvøddu ímóti.

Tað er á einum parti av hesum stykkinum, sum er grønt, ímillum báðar íbúðarbyggingarnar, at ætlanin nú er at byggja fleiri íbúðir.mynd:foroyakort.fo