Halda seg hava funnið spor eftir blóðvaski

Løgreglan heldur tað ikki vera óhugsandi, at onkur hevur roynt at vaskað burtur blóð av Anne-Elisabeth Hagen í heiminum í Lørenskog.

 

 

Hóast sjónarvitni halda seg hava sæð Anne-Elisabeth Hagen á baksetrinum í einum BMW-bili, heldur løgreglan framvegis, at hon er dripin í heimi sínum.

Hóast sjónarvitni halda seg hava sæð Anne-Elisabeth Hagen á baksetrinum í einum BMW-bili, heldur løgreglan framvegis, at hon er dripin í heimi sínum.

 

Eftir at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018, hava kriminalteknikarar funnið ymiskt í heiminum, sum tey halda er áhugavert í kanningararbeiðnum. Sambært VG hevur løgreglan eitt nú verið upptikin av blóðdropum, sum eru funnir á vegginum í einari av trappunum. Nógv orka er løgd í at greina og tulka tað, sum her er funnið. Soleiðis, sum VG hevur fingið upplýst, kunnu krimiteknisku greiningarnar benda á, at onkur hevur roynt at vaskað burtur blóð.

Heimasíðan sigur seg eisini hava fingið upplýst, at løgreglan leitar eftir øðrum sporum eftir tornaðum ella vaskaðum blóði í baðirúminum á fyrstu hædd, har løgreglan metir, at Anne-Elisabeth Hagen kann hava verið fyri brotsgerðini, sum tey halda er framd ímóti henni. Ein viðkomandi spurningur hjá løgregluni er, um tann ella tey, sum vóru í heiminum, tá ríkmanskonan hvarv, hava roynt at fjalt spor.

Um so er, at spor eru fjald í heiminum í Lørenskog, er spurningurin, hví tey eru tað.

VG sigur seg hava fingið upplýst, at maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, ikki varð spurdur beinleiðis um vaskisporini í heiminum í Lørenskog so leingi, sum hann hevði status sum vitni í málinum. Hinvegin hevur hann neyvt verið spurdur um mannagongdir við vasking í húsunum. Sambært VG greiddi Tom Hagen í einari avhoyring í fjør frá, at tað vanliga var kona hansara, sum vaskaði á fyrstu og aðru hædd, og sjálvur tók hann sær av kjallaranum. Hann segði seg hava bjóðað konuni hjálp til vasking, men tað vildi hon ikki hava.

Í avhoyringini vildi løgreglan hava at vita, hvussu ofta Anne-Elisabeth Hagen vaskaði, og tey spurdu eisini um, hvørt mannagongdirnar við vasking vóru broyttar seinnu árini.

Blóðvasking í heiminum í Lørenskog, sum løgreglan heldur, at talan kann vera um, hava givið løgregluni ábendingar um, at tað er her, at brotsgerðin móti Anne-Elisabeth Hagen er framd. Talan kann hava verið um eina kriminella brotsgerð við teirri avleiðing, at ríkmanskonan læt lív, áðrenn líkið síðan varð flutt burtur í bili.

Í endanum av apríl mánaði í ár varð Tom Hagen handtikin á opnari gøtu í Lørenskog, tá hann var á veg til arbeiðis. Miljarderurin varð skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni. Í tingrættinum varð hann varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur. Men, tá hann kærdi henda dóm til lagmannsrættin, avgjørdu tveir av trimum dómarum her, at maðurin skuldi leyslatast aftur, tí mett var ikki, at løgreglan hevði nóg góð prógv ímóti honum. Lagmannsrætturin helt, at Tom Hagen eins væl kann vera ósekur sum sekur.

Hetta hóvaði ikki norsku løgregluni, sum kærdi avgerðina hjá lagmannsrættinum til hægstarætt, men hægstirættur gav lagmannsrættinum viðhald. Tískil varð miljarderurin leyslatin aftur, og hann er framvegis leysur. Men, júst tá hann varð leyslatin, ætlaði norska løgreglan at handtaka mannin aftur. Men, tað sluppu tey ikki. Hesum setti norski ríkisadvokaturin seg upp ímóti og segði, at rættarskipanin hevði talað. 

Sambært upplýsingum, sum VG sigur seg hava, hevur løgreglan roynt at endurskapt hendingina, hvar og hvussu Anne-Elisabeth Hagen kann vera dripin í heiminum, og her hevur løgreglan roynt at brúkt tey spor, sum eru funnin í húsunum. Sum skilst, vísa kanningar hjá løgregluni eisini, at ein vaskispann, sum átti at verið á fyrstu hædd í húsunum, ikki er at finna.

##med2##

Sambært VG skal løgreglan hava undrað seg yvir, at eingin vaskispann var at finna í húsinum, tá løgreglan byrjaði sínar kanningar í Lørenskog, og her hevur løgreglan eitt nú roynt at funnið út av, um vaskispannin kann hava verið brúkt til upprudding í heiminum. Vaskispannin skal sambært løgregluni vanliga hava staðið í baðirúminum á fyrstu hædd. Hetta heldur løgreglan seg vita eftir avhoyringar, tey eitt nú hava havt av børnunum hjá Anne-Elisabeth og Tom Hagen.

Sum skilst á VG, hevur løgreglan eisini brúkt nógva tíð upp á at finna út av, hvussu tað kann bera til, at vaskispannin, sum plagdi at standa í baðirúminum, ikki er at finna í heiminum í Lørenskog. 

 

 

 

Hóast sjónarvitni halda seg hava sæð Anne-Elisabeth Hagen á baksetrinum í einum BMW-bili, heldur løgreglan framvegis, at hon er dripin í heimi sínum.

Tom Hagen er í avhoyring spurdur, hvørjar mannagongdirnar við vasking hava verið í heiminum.