Halda seg vita nær brotsgerðin er framd

Kanningar hjá løgregluni vísa, at Anne-Elisabeth Hagen gavst at taka telefonina tíðliga um morgunin, tá hon hvarv.

 

Tann stóri spurningurin hjá norsku løgregluni er, hvør ella hvørji tey vóru, sum fóru inn í húsini hjá norsku ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, hin 31. oktober í fjør og tóku hana við sær, soleiðis at hon - nú skjótt eitt ár seinni - ikki er komin fyri ein dag aftur.

Løgreglan heldur seg nú vita rættiliga neyvt, nær um morgunin hendingin í heiminum í Lørenskog fór fram. - Soleiðis, sum vit meta um málið nú, er brotsgerðin farin fram í einum tíðarbili millum klokkan 09.14 og tíðliga fyrrapartin, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við norsku heimasíðuna www.vg.no.

Tað var nevniliga klokkan 09.14 henda morgunin, at Anne-Elisabeth Hagen snakkaði sína seinastu samtalu í telefon við onkran í familjuni. Einar 34 minuttir eftir hetta ringdi ein elektrikari, sum búði beint við, til ríkmanskonuna, tí hann hevði eina avtalu við hana um at skifta onkrar lampur.

Men, tá svaraði telefonin hjá Anne-Elisabeth Hagen ikki. 

Tommy Brøske vil tó ikki siga ítøkiliga tíðarbili, nær løgreglan metir, at brotsverkið er framt í heiminum hjá Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen. 

Sambært upplýsingum, sum VG sigur seg hava, peika kanningarnar hjá løgregluni á, at brotsverkið helst er framt stutt eftir klokkan 09.14. Kanningarnar vísa nevniliga, at Anne-Elisabeth Hagen gavst at taka telefonina tíðliga henda morgunin.

VG veit eisini at siga, at fleiri í familjuni hjá ríkmanshjúnunum ringdu henda morgunin - uttan at telefonin svaraði, og millum hesi var eisini maður hennara, sum var til arbeiðis. Sambært kanningum kom Tom Hagen til arbeiðis á skrivstovu síni stutt eftir klokkan 9 henda feigdarmorgun.

Tá Tom Hagen kom til hús aftur í Lørenskog umleið klokkan 13.30 henda dagin, var konan horvin, men inni í heiminum lá eitt hóttanarbræv við kravi um loysigjald á stívliga 65 miljónir krónur.

Drúgvar kanningar eru gjørdar í royndini at eyðmerkja bilar, sum hava ferðast í økinum henda morgun, eins og roynt hevur verið at eyðmerkja fólk, sum vóru um hesar leiðir fyrrapartin henda dagin.

Løgreglan hevur kannað upptøkur á vakmyndatólum í umhvørvinum. Hetta arbeiði hevur verið rættiliga drúgt og trupult, tí nógv ferðsla var í økinum henda morgun, og eisini liggur húsaognin í Lørenskog tætt upp at høvuðsvegnum, sum gongur inn og út úr norska høvuðsstaðnum, Oslo.

VG hevur eisini upplýsingar, sum siga, at tað helst vóru fleiri fólk í heiminum hjá Anne-Elisabeth og manni hennara, Tom Hagen, henda morgun - ella í nærumhvørvinum. Løgreglan sigur seg kortini bara hava eitt skógvamerki, sum tey higartil ikki hava fingið eyðmerkt. 

Talan er um merki frá einum sonevndum Sprox-skógvi í støddini 45, og tað er serliga persónurin, sum var í hesum skóm, sum hevur stóran áhuga hjá løgregluni, tá tey meta, at hetta kann vera brotsmaðurin.

Tommy Brøske hevur sagt, at júst hetta skógvamerki var á einum slíkum staði í húsunum, har tey meta, at brotsverkið móti Anne-Elisabeth Hagen er framt. Tað er sambært løgregluni ikki óhugsandi, at ein ella tveir persónar hava verið inni í húsunum - og at ein triði persónur hevur bíðað í bili uttanfyri.