Halda valevnislistan loyniligan

Hvørki flokkurin ella Kristin Michelsen vilja siga, um hann stillar upp fyri Sjálvstýri

Í morgin verður endaliga greitt hvussu valevnislistarnir hjá teimum níggju flokkunum, ið bjóða seg fram á løgtingsvalinum 31. august, eru mannaðir.

Higartil hava flokkarnir kunngjørt 165 valevnir, men enn eru 31 tímar eftir áðrenn valnevndin skal hava listarnar í hendi.

Ein flokkur, ið arbeiðir av øllum alvi at fáa fleiri valevnir á listan er Sjálvstýri. Á tíðindafundi í gjár upplýsti flokkurin, at higartil vóru einans 11 valevnir á listanum, harav eingin kvinna.

Men sambært Lassa Klein, skrivar hjá Sjálvstýri, eru fleiri valevnir løgd aftrat listanum síðan tíðindafundin í gjár.

- Vit hava fingið munandi fleiri valevnir, harav tvær av teimum eru kvinnur. Vit væntað at endaligi vallistin verður umleið 16 fólk, sigur Lasse Klein, tá vit spyrja um hvussu gongur við valevnislistanum.

Skrivarin ynskir ikki at upplýsa hvørji tey nýggju valevnini eru, og upplýsir at listin verður ikki kunngjørdur fyrr enn í morgin.

Spekulerað hevur verið í um Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og uttanflokkatingmaður, fer at vera millum valevnini hjá Sjálvstýri, men hesum vil hvørki Lasse Klein ella Kristin Michelsen vátta.

- Eg havi onga avgerð tikin um uppstilling enn, men hon verður møguliga tikin seinni í dag, sigur Kristin Michelsen, meðan Lasse Klein hevur onga viðmerking, tá hann verður spurdur um uttanflokkatingmannin.