Hálka elvdi til ferðsluruðuleika

Tað var so hált, at enntá ein parkeraður bilur fór á glið

Seinnapartin í gjár, varð tað brádliga sum á kalvabaki fleiri staðni kring landið, og tað elvdi til ferðsluruðuleika fleiri staðni.

Á Sandavágshálsi stóðu einir 20 bilar fastir í hálkuni, seinnapartin í gjár men har hevði Landsverk fingið boð um tað, og teir vóru á veg við tí stóru saltbússuni og fingu salta, so at bilarnir fingu koyrt aftur.

Næstan sama skilið var á strekkinum av rundkoyringini oman fyri Norðskála, niðan ímóti tunlinum, tí eisini har stóðu fleiri bilar fastir.

Norðanfyri fekk ein lastbilur ikki koyrt, men hann stóð so illa fyri, at hann var til ampa fyri ferðsluna annars, so eigarin fekk boð um at fáa hann fluttan.

Eisini í Havnini var sera hált, og onkustaðni var so hált, at ein bilur, sum stóð parkeraður, fór á glið og endaði tvørt fyri á vegnum.

Annars hevur løgreglan ikki fingið boð um nøkur óhapp í hálkuni síðani í gjáramorgunin, tá ið ein bilur fór út av á vegnum ímillum Lopra og Vág.