Hált nú og ferðsluóhapp fyrr í dag

Fyrr í dag var bíðirøð á vegnum omanfyri Vestmanna. Bilar stóðu í røð orsakað av nógvum kava, og illa var koyrandi. Landsverk stongdi og ruddaði vegin, so koyrandi varð aftur.

Í kavanum hendi eitt lítið ferðsluóhapp við Leynatunnilin um 17 tíðina í kvøld.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at har var hált og jarðrok, og fekk hetta ein bil at bremsa, og at bilurin aftanfyri tí rendi á bilin, sum bremsaði. Hetta hevði við sær, at fremri bilurin fór útav vegnum. Stórvegis persónskaði var ikki.

- Talan var um smásnuddir, frættist av løgreglustøðini.

Har siga tey seg frætta beint nú, at nú gerst kaldari, og vegirnir nú eru sera hálir. Løgreglan metir tí, at ein bert eigur at fara í bil, um tað er neyðugt, og at bilførarar eiga at ansa sær í hálkuni í kvøld.