Hálvfinalurnar í Firmakappingini hjá FM1 verða 6. og 13. mars

Tað er greitt hvørjar fyritøkur og stovnar skulu møtast í Firmakappingini - Spurnarkappingini - hjá FM1. Finalan verður fríggjadagin 20. mars

Hálvfinalurnar í Firmakappingini hjá FM1 verða 6. mars og 13. mars. Høvuðsvinningurin í Firmakappingini hjá FM1 er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna.

Tað er nú greitt hvørji skulu møtast í hálvfinaluni í Firmakappingini - Spurnarkappingini - hjá FM1 aftaná 17-16 sigurin hjá Runavíkar kommunu á Svend Krosstein, og 18-15 sigurin hjá Bygma Balslev á Faroe Express í undanhálvfinalunum.

Hálvfinala fríggjadagin 6. mars:

Klokkan 14.10: Runavíkar Kommuna - Bygma Balslev

Hálvfinala fríggjadagin 13. mars:

Klokkan 14.10: SPEKT - TRYGD

Finalan verður fríggjadagin 20. mars klokkan 14.15.

Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.

HER  ber til at hoyra undanhálvfinalurnar sum vóru á FM1 fríggjadagin. 