Hampiligt heystveður næstu dagarnar

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Aftaná nakrar dagar við regni boðar danska veðurstovan DMI frá betri veður teir næstu dagarnar. Í stóran mun verður talan um nakrar dagar við turrum og køldum veðri og lítið av vindi.

Mánadag:
Gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið, men seinni um dagin minkar hann um vindin til lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Um náttina snarar hann í ein vestan og minkar hann enn meira um vindin til lítið lot, undir 5 metrar um sekundið. Mest skíggjað og turt við hita millum 4 og 7 stig. Um náttina turt og klárt veður. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

Týsdag:
Lot til stívt andøvsgul av vestri og landsynningi, 4 til 9 metrar um sekundið. Um náttina minkar hann um vindin til lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og skíggjað. Hitin millum 4 og 7 stig.

Mikudag:

Lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 7 metrar um sekundið, ið seinni á degnum minkar til lot til andøvsgul, 2 til 5 metrar um sekundið. Um náttina snarar hann í ein eystan og øtlar um vindin. Mest skíggjað og út á dagin møguliga regn, men um náttina turt og klárt veður. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 7 stig. Í støðum um frostmarkið.

Hósdag:
Lot til andøvsgul, 3 til 7 metrar um sekundið, ið um náttina minkar til lítið lot av ymsum ættum, undir fimm metrar um sekundið. Fyri tað mest turt og møguliga sól, men seinni yvirskýggjað og í løtum regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

Fríggjadag:

Lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, men seinni øtlar hann um vindin til lot til andøvsgul, 3 til 7 metrar um sekundið. Fyrst yvirskýggjað og í løtum regn, men seinni turt og um náttina klárt veður. Hitin um dagin millum 6 og 9 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.

Mynd: Ingi Sørensen