Hampuligt veður um vikuskiftið

Danska veðurstovan roknar við, at tað verður turt allan dag

(Mynd: Ingi Sørensen)

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið verður hampuligt um vikuskiftið. Tað verður nakað av vindi, men turt mesta av tíðini.

DMI sigur, at tað verða 8-13 m/s, í løtum upp í 15 m/s, av útsynningi. Turt og sólglottar. Í kvøld og í nátt hálvskýggjað ella skýggjað. Hitin alt døgnið millum 5 og 9 stig.

Sunnudagin verða 8-13 m/s, í støðum upp í 15 m/s, av útsynningi. Samdrigið og út á dagin okkurt æl. Um náttina skýggjað og ælaveður. Hitin alt døgnið millum 5 og 9 stig.

(Mynd: Ingi Sørensen)