Hampuligt veður um vikuskiftið

Tað verður turt fittan part av vikuskiftinum

Danska veðurstovan roknar við hampuligum veðri um vikuskiftið, men sunnudagin verður nakað av vindi - og vit sleppa ikki heilt undan regni.

Í dag roknar DMI við, at tað verða 3-8 m/s av landsynningi og suðri. Turt og nakað av sól. Út á kvøldið meira skýggjað av vestri. Hitin millum 5 og 10 stig.

Í nátt verða 7-10 m/s av suðri og landsynningi, sunnumorgunin upp í 13 m/s. Mest skýggjað veður og hitin millum 3 og 8 stig.

Sunnudagin verða 8-13 m/s av suðri og landsynningi. Fyri tað mesta skýggjað og turt, men sunnukvøldið fer at regna. Hitin millum 7 og 10 stig.