Hamradun við nýggjari útgávu

Fólkarokkbólkurin Hamradun er í hesum døgum aktuellir við útgávuni Hetjuslóð, ið verður slept á marknaðinum 30. november. Í tí sambandinum verður eisini skipað fyri útgávukonsert í SALT sama dag, boðar bólkurin frá í tíðindaskrivi.

- Fólkarokkbólkurin Hamradun gav sína fyrstu útgávu í 2015 og hevur bólkurin støðugt verðið at hoyrt á festivalinum í Føroyum og á konsertum uttanlands. Bólkurin er samansettur av tónleikarum við drúgvum royndum og hevur bólkurin funnið sítt serstaka ljóð. Teksturin í løgunum snýgva seg í høvuðsheitum um sagnir, søgur og persónar í føroyskari søgu og framførir Hamradun eisini ymiskar vísur og kvæðir sum fáa nýtt lív við nútímans ljóðførum, skrivar bólkurin í tíðindaskrivinum.

Teir ið manna Hamradun eru Pól Arni Holm - sang, Uni Debess - gittar, John Áki Egholm - gittar, Heri Reynheim - bass, Finnur Hansen - ljómborð og Rani Christiansen - trummur.

Afturat sær hetta útgávukvøld í SALT fer Hanus G Johansen at pallin at framføru síni kendu løg og tulkingar av yrkingum hjá millumannað Poul F. Joensen, so hetta kvøld verður ein samanrenning av rockkendum fólkatónleik og vísusangi.