– Handilin er lítil, men søgan er long

– Tað viktigasta er at halda lív í søguni, og tí havi eg kempað fyri henni, sigur føroyski tatovørurin Majbritt Petersen í samrøðu við "Vikuskifti"

(Mynd: Scanpix)

(Mynd: Scanpix)

Um man snakkar um føroyingar og tatoveringar, so ber illa til ikki at hugsa um Majbritt Petersen – ella ”Lille Ole”, sum hon vanliga verður kallað. Hon hevur verið í tattoo-bransjuni síðan 2001, og seinastu 10 árini hevur hon átt og rikið kenda tattoo-handilin Tattoo Ole, sum heldur til í Nyhavn í Keypmannahavn.

Seinastu árini hava verið ein kampur fyri Majbritt og hennara serstaka handil. Eigarin av hølinum hevur leingi roynt at fáa hana út, so hann kann fáa meira pláss til sína matstovu, sum heldur til á ovaru hæddini í bygninginum.

Men tað verður av ongum. Fyrr í ár fekk Majbritt viðhald aftaná umfatandi rættarmál.

Majbritt er glað fyri, at hetta er yvirstaðið nú, tí hon hevur kempað fyri, at søguligi handilin kann halda fram.

– Handilin er lítil, men søgan er ekstremt long. Tað viktigasta er at halda lív í søguni, og tí havi eg kempað fyri henni. Tað noyðist eg at gera, sigur hon í samrøðu við blaðið "Vikuskifti" í nýggjasta Sosialinum - les longri samrøðu við Majbritt Petersen í blaðnum, sum er í sølubúðunum kring landið.

##med2##

 

 

(Mynd: Scanpix)