Handtøkan í Birnu-drápinum var ólóglig

Tað siga tveir íslendskir advokatar, sum hava skrivað grein í løgfrøðisligum íslendskum tíðarriti um handtøkuna.

 

Thomas Møller Olsen, sum sigldi við Polar Nanoq, varð dømdur fyri drápið av Birnu Brjánsdóttir.

Thomas Møller Olsen, sum sigldi við Polar Nanoq, varð dømdur fyri drápið av Birnu Brjánsdóttir.

 

Tveir íslendskir advokatar halda, at íslendskir myndugleikar handlaðu í stríð við altjóða rætt, tá teir handtóku Thomas Møller Olsen umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, í 2017 fyri drápið av íslendsku gentuni, Birnu Brjánsdóttir.

Hetta skriva teir í løgfrøðisliga íslendska tíðarritinum, Tímarit Lögfræðingar, og tað er Frettablaðið, sum ber hesi tíðindi. Advokatarnir halda ikki, at íslendskir myndugleikar høvdu nakran rætt til at fara umborð á grønlendska trolaran at handtaka mannin í januar í 2017 - stutt eftir drápið í Íslandi.

Í greinini leggur íslenski professarin, Bjarni Már Magnússon, dent á, at málið er eitt av teimum mest fløkjasligu í íslendskari rættarsøgu. Hann heldur, at fleiri av grundleggjandi pørtunum í fólkarættinum eru avbjóðandi í hesum máli, og eftir hansara tykki eydnaðist tað ikki dómstólunum at handfara málið rætt.

Hin høvundurin til nevndu grein, Hlín Gísladóttir, sigur við Sermitsiaq, at hon eisini helt málið vera áhugavert, og tí fór hon í samstarv við professaran um at kanna umstøðurnar kring málið nærri. Atfinningarnar hjá teimum báðum eru bæði vendar móti myndugleikunum og dómstólunum.

Í appell-rættinum varð staðfest, at handtøkan var í stríð við altjóða rætt, tí íslendsku myndugleikarnir høvdu hvørki gjørt avtalu við danskar ella grønlendskar myndugleikar um handtøkuna uttan fyri íslendskt landaøki.

- Tað undrar okkum nógv, hví hetta ikki fekk nakrar avleiðingar fyri málið, sigur Hlín Gísladóttir.

Undir sjálvari handtøkuni varð avtalað, at Danmark skuldi senda sjóverjuskipið Triton til Íslands við grønlendskari løgreglu umborð. Men, ávegis varð ætlanin broytt, soleiðis at tað varð íslendska løgreglan, sum fór umborð á Polar Nanoq at handtaka, Thomas Mølle Olsen.

Høvuðsniðurstøðan í nevndu grein er, at flaggstaturin í mongum førum hevur serligan ræðisrætt yvir skipi á opnum havi.

Tað eru tó undantøk frá hesum. 

Í greinini vísa tey bæði á, at eingin avtala er millum Ísland, Danmark ella Grønland um rætt til at fara umborð á skip í fremmandum sjóøki.

Tað merkir, siga tey bæði, at eitt átak av slíkum slagi, sum handtøkan av Thomasi Møller Olsen, krevur góðkenning frá grønlendskum ella donskum myndugleikum, og tað høvdu íslendsku myndugleikarnir sambært advokatunum ikki fingið. Tískil er niðurstøðan hjá teimum, at handtøkan umborð á Polar Nanoq var ólóglig.

Thomas Møller Olsen, sum sigldi við Polar Nanoq, varð dømdur fyri drápið av Birnu Brjánsdóttir.