Handverksmeistarar tryggjaðir

Í farnu viku undirskrivaði Føroya Handverksmeistarafelag tryggingaravtalu við Lív

Avtalan inniber, at allir limir felagsins nú hava lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum.

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur leingi arbeitt fram ímóti einari smidligari avtalu, sum tryggjar limirnar, sum annars, sum arbeiðsgevarar, hava trupul tryggingarkor, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.

Petur Frank Joensen, næstformaður, hevur vegna felagið staðið fyri arbeiðinum at fáa til vega tryggingaravtaluna, soleiðis at handverksmeistarar nú hava lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum.

– Tað eru nógv viðurskiftir, sum skulu koma uppá pláss, áðrenn ein slík avtala kann gerast. Tí byrjaðu vit í Eysturoynni, soleiðis at vit hava royndarkoyrt avtaluna í Eysturoyar Handverksmeistarafelag í eitt ár, áðrenn avtalan nú kemur í gildi fyri allar handverksmeistarar í Føroyum, sigur Petur Frank Joensen.

Eisini formaður felagsins, Magnus Magnussen, fegnast um avtaluna.

– Hesum hava vit arbeitt fram ímóti leingi. Vit eru fegin um, nú at kunnu bjóða handverksmeistarum lívstrygging, sigur Magnus Magnussen.