Hann bakkaði – men setir krøv

Jørgen Niclasen hevur nú gjørt av, hvussu nógv lønirnar skulu hækka hesi næstu árini

 

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur nú gjørt av at góðkenna umstrídda lønarsáttmálan ímillum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Hann var annars rættiliga avgjørdur, at hann fór ikki at góðtaka sáttmálan, tí hann metti, at korona er farið so illa við búskapinum, at hann toldi ikki eina lønarhækkingina, sum var avtalað.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hótti við stevning og síðani hevur landsstýrismaðurin viðgjørt málið av nýggjum. Og nú hevur hann gjørt av at góðkenna sáttmálan.

Men samstundis hevur hann eisini ásett, hvussu stórar lønarhækkingarnar skulu vera hesi næstu trý árini og í hesum sambandi hevur hann eisini lagt upp fyri, hvussu afturstigið, korona hevur elvt til í búskapinum.

Hann sigur, at lønarhækkingarnar hesi næstu árini verða innan fyri teir karmur, ið eru í sáttmálanum  ímillum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, sum varð gjørdur í farnu viku.

Læraralønin hækkar 2,05 prosent tann 1. januar næsta ár og tann 1. oktober næsta ár hækka lønirnar aftur 1,25 prosent.

– Hetta verður nýggi karmurin, ið verður grundarlagið undir øllum komandi samráðingum, sigur Jørgen Niclasen, tí tað er hetta, sum kann forsvarast búskaparliga

Hann sigur eisini, at lønarhækkingin hjá lærarunum hesa næstu tíðina liggur ájavnt við semjuna, sum er gjørd á privata arbeiðsmarknaðinum fyri tíðarskeiðið 1. mai 2020 til 1. mai 2022.

Landsstýrismaðurin metir, at hetta skal eisini vera støðið hjá tí almenna, tí hann heldur ikki, at Landið skal ganga á odda at trýsta lønirnar upp - serliga ikki tá fíggjarstøðan er so óviss í privatu vinnuni.  

– Helst eigur lønarvøksturin hjá tí almenna og hjá tí privata at vera tær somu, sigur hann.

– Nú Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið ikki hava lagt upp fyri nýggju samráðingarstøðuni og hava gjørt ein tvey ára sáttmála, verður neyðugt hjá teimum at hugsa um hendan nýggja lønarkarmin, tá ið samráðingar verða aftur, sigur hann. Hann sigur, at tað er neyðugt fyri at tryggja, at allir sáttmálar eru aftur á sama stigi, tá ið trý ár eru farin.