Hann er spentur upp á hvussu tað fer at síggja út

Formaðurin í Bùskaparráðnum heldur ikki, tað, sum hendur nú í Løgtinginum, er til frama fyri búskapin

Hetta er tað sama sum vit hava víst á. Tað sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, nú danski Tjóðbankin hevur gjørt eina meting av búskapinum í Føroyum.

Tjóðbankin staðfestir, at tað gongur væl, men at tað er væntandi, gongdin á alheimsmarknaðinum, har eftirpurnngurin lækkar, eisini fer at fáa avleiðingar fyri føroyska búskapin.

Djóni Højgaard sigur við tíðindasendingina hjá FM1, at hetta merkir kortini ikki, at tað er rætt at seta meiri ferð á føroyska búskaprin, tí tað er ríkiligt av ferð á, longu sum er.

Hann er rættiliga spentur upp á at síggja, hvussu fíggjarlógin fyri næsta ár fer at síggja út, tá ið Løgtingið samtykkir hana einaferð í næsta mánað.

Men hann vísir á, at lógir eru lagdar fyri Løgtingið, sum føra rættiliga stórar útreiðslur við sær, uttan at nøkur uppskot eru løgd fram um, hvussu tað skal fíggjast.

Hann vísir á, at tað fer at leggja búskapin undir enn størri trýst, og tað heldur hann er skeivt í hesum tíðum.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá