Hanna Jensen um sín fyrsta skúladag

Nú sjøtil er settur á enn eitt nýtt skúlaár, hava vit spurt nakrar navnframar føroyingar, hvussu teir minnast aftur á fyrsta dag í fyrsta flokki.

– Føroyskt altíð hevur átt eitt serligt pláss – eisini tá, svarar Hanna Jensen millum annað

Hanna Jensen er lærari í føroyskum og fronskum á Miðnámi á Kambsdali

Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag?
Tað var ein spennandi dagur inni í elsta partinum av gamla Arga skúla niðri við Argjaveg. Eg var har við báðum foreldrunum, og har var fult av børnum og foreldrum – fleiri av børnunum kendi eg, men verri enn so øll, tí vit vóru fyri stuttum flutt úr Havn út á Argir í nýggj hús. Men góðir grannar og børn, eg kendi frá øðrum høpum, vóru eisini partur av mínum fyrsta skúladegi.

Eg kom í 1.b og har hevði eg tað gott, har var ein góður stemningur millum lærarar og næmingar, og eg kenni enn meira enn helvtina av floksfeløgunum væl, hóast eg flutti av Argjum til Leirvíkar, um tað mundið, tá 4.flokkur endaði. Sama kann eg siga um lærarar frá hesi tíð – havi heilsað upp á og tosað við allarflestu teirra aftur síðani, sum lívið hevur leitt. Sjálvandi kendi eg eisini næmingar, sum fóru í 1.a og eisini teirra millum eru fólk, eg síggi regluliga í dag. Tíverri hevur hópurin í 1.b frá 1980 í Argja skúla longu mist tveir floksfelagar, sum andaðust við minni enn tveimum árum ímillum í 2013 og í 2015.

Eg minnist skúlataskuna, ein Piolet, sum var sterkt blá við appilsinlittum lummum framman – var sera glað fyri hana. Hetta við pennahúsi var eisini spennandi Átti eitt sovorðið, men nýtti eisini eitt gamalt úr træi, sum mostir hevði givið okkum báðum systrunum; helt tað vera spennandi at nýta eitt gamaldags ‘penalarhús’.

Ikki øll vóru so álvulig við støðuna, so fyrstu dagarnar minnist eg, at summi aftraðu seg við at koma í skúla og onkur foreldur máttu steðga í gongini og vera á staðnum og stuðla, inntil tað gekk betur. Soleiðis eru vit so ymisk, tá tað kemur til hetta at møta nýggjum fólki og koma í nýggjar umstøður.

Hvørja lærugrein dámdi tær best?
Eg kann staðfesta, at mær altíð hevur dámað at gingið í skúla, og at tað eru fáar lærugreinir, sum eg ikki havi notið. Men eg merki eisini, at føroyskt altíð hevur átt eitt serligt pláss – eisini tá. Minnist við gleði hetta at sita og læra um stavrað, at lesa, skriva og loysa uppgávur í tí tilfarinum, sum tá var tøkt til føroyskt: Mín fyrsta lesibók og Sóljan, til dømis. Men mær dámdi allar lærugreinarnar, eingin ivi um tað!

Hvat tímdi tú ikki so væl?
Sum sagt, tá eg var barn, tímdi eg allar lærugreinirnar rættiliga væl, so hvørt tær komu á tímatalvuna: heimstaðarlæra, rokning, evning, svimjing, danskt, handarbeiði, sang og so framvegis.

Er nakar lærari, sum tú minnist serliga væl?
Eg hevði so góðar lærarar, sum bæði megnaðu at halda áhuganum uppi og megnaðu tann menniskjaliga partin sera væl. Eg kann til dømis nevna Sjúrð Hansen, flokslærara, sum var sera virkin at læra okkum mangt og hvat umframt lærugreinirnar, dugi fleiri ramsur og sangir enn. Hans Birgir Hansen sang Songbók Føroya fólks við okkum á tamb, og tað var heilt fantastiskt. Astrid Madsen lærdi okkum lættliga at rokna við gomlu føroysku roknibókini. Liljan Thomsen hevði okkum gentur í hondarbeiði, minnist tá eg tók koyrikort til seymimaskinu. Christian Poulsen lærdi okkum væl danskt við Søren og Mette tilfarinum,  Hans Jacob Sigvardsen hevði okkum í heimstaðarlæru, og tað var áhugavert, og viðhvørt høvdu vit Jonhild Henriksen til vikar. Og eg kundi nevnt fleiri! Stutt sagt ein væl eydnað skúlabyrjan og innskúling.