Hans er ímyndin av føroyskum kistusmíði

- Tað eru framvegis fólk, sum seta prís upp á føroysku kisturnar, og tí hevur hetta handverk eisini yvirliva øll hesi mongu ár, sigur Hans Jacobsen.

 

 

Øll árini hevur verkstaðurin verið í kjallaranum hjá Hans Jacobsen og konuni í Heinagøtu.

Øll árini hevur verkstaðurin verið í kjallaranum hjá Hans Jacobsen og konuni í Heinagøtu.

 

Hans Jacobsen hevur ikki havt langan veg til arbeiðis hesi mongu ár, hann hevur fingist við at smíða kistur. Øll árini hevur verkstaðurin verið í kjallaranum hjá honum og konuni í Heinagøtu í Havn.

Síðan hann gjørdist útbúgvin snikkari, hevur sermerkta handverkið hjá Hans Jacobsen verið at smíða føroyskar kistur á egnum virki.

Tey fyrstu mongu árini var hann einsamallur, men síðan seinnu hálvu av nítiárunum hevur sonur hansara, Niels Pauli, sum eisini er útbúgvin snikkari, verið hansara høgra hond á verkstaðnum.

Hans Jacobsen er í dag ímyndin av føroyskum kistusmíði, og hóast nógvar innfluttar kistur koma til landið, smíða feðgarnir framvegis einar 100 føroyskar kistur um árið.

Fyritøkan hevur nøkur standard sløg av kistum í sínum útboði og í serstøkum føri, tá tørvur er á størri kistu enn vanligt, verður hon eisini smíðað eftir tørvi.

- Tað eru framvegis fólk, sum seta prís upp á føroysku kisturnar, og tí hevur hetta handverk eisini havt møguleikan at yvirliva øll hesi mongu ár, sigur Hans Jacobsen.

Í Sosialinum mikudagin var tema, nevnt - Seinasta heilsan - við fleiri forvitnisligum greinum um tær tænastur, sum fyritøkur veita í hesum sambandi.

Øll árini hevur verkstaðurin verið í kjallaranum hjá Hans Jacobsen og konuni í Heinagøtu.