Hans og Jobbe Pilgaard vilja keypa hús í Føroyum

– Føroyar eru mítt annað heim, sigur Hans Pilgaard í samrøðu við Ekstra Blaðið

Jobbe og Hans Pilgaard

Jobbe og Hans Pilgaard

Kendi danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard hevur seinastu dagarnar vitjað í Føroyum saman við manni sínum Jobbe Pilgaard. Teir hava vitjað her fleiri ferðir áður og kunnu nokk klassifiserast undir tað, mann kallar "Føroyavinir". 

Danska Ekstra Blaðið hevur gjørt eina samrøðu við Hans Pilgaard um hansara tilknýti til Føroyar. Her sigur hann soleiðis:

– Eg elski støð við ráari náttúru sum Norra, Skotland, Ísland og ikki minst Føroyar. Tað er heilt fantastiskt. Eg føli, at Føroyar eru mítt annað heim. Eg kundi gott hugsað mær at keypt eitt summarhús í Føroyum, sigur Hans Pilgaard við Ekstra Blaðið.

Jobbe Pilgaard hevur deilt eina mynd av greinini á sínum Instagram-vanga, og har hevur hann nakrar viðmerkingar til tað, sum maður hansara avdúkar um eitt møguligt keyp av summarhúsi.

– Ja, vit leita eftir einum húsum í Føroyum. Tað hava vit droymt um í nøkur ár, og vit hava hugt eftir húsum í eina tíð. Vónandi finna vit skjótt tað perfekta húsið í Velbastaði ella onkra aðrastaðni tætt við Havn, skrivar Jobbe Pilgaard.

Jobbe og Hans Pilgaard