Hanus G. Johansen fekk Mentanarvirðisløn Landsins

– Úrmælingurin og trubadururin, Hanus G. Johansen, hevur gjøgnum hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á føroyingum, segði Jenis av Rana, tá hann avdúkaði, at Hanus G. Johanen fekk Mentanarvirðisløn Landsins 2019.

– Úrmælingurin og originali trubadurin hevur  gjøgnum hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á føroyingum. Hann er viðurkendur langt út um landoddarnar, segði landsstýrismaðurin og vísti á, at Hanus G. Johansen hevur verið við til at ríka føroysku mentanina og málið við at bera skaldskapin hjá fleiri yrkjarum víðari fram við at gera løg – serliga skaldskapin hjá Pól F.

Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 krónur.