Happing sum sosial mynstur

– Seinastu árini eru granskarar, lærarar og námsfrøðingar komnir fram til, at tað er gevandi at fata happing soleiðis, at tað ikki er eitt barn ella einstøk børn, sum er/eru happarin/happarar, og onnur børn eru ofrini, men at happing í staðin fer fram sum negativ sosial mynstur, sigur Jóhannes Miðskarð, lærari, cand. ped. í námsfrøðilgari sálarfrøði og PhD

Mynd: setur.fo

Mynd: setur.fo

Í grein í Skúablaðnum vísir hann á, at danska eXbus-granskingareindin við Danmarks Pædagogiske Universitetsskole á Aarhus Universiteti hevur ment ein framferðarhátt, har lærarar, námsfrøðingar og onnur varðveita sítt fokus á negativu sosialu mynstrini, tá ið happing fer fram, og so skulu tey duga at vera við til at førka hesi negativu sosialu mynstrini til dømis í einum skúlaflokki. Grundsjónarmiðið hjá hesari eXbus-granskingareindini er tað, ið vit á einum fíni máli nevna sosialkonstruktiónisma. Ein av grundkeldunum til sosialkonstruktiónismuna er Michael Foucault.  

– Nógv, sum arbeiða í námsfrøðiligum samanhangi, hava lagt til merkis, at við at fata happing út frá hesum sjónarmiði, hava tey fingið eitt gott amboð til at førka tey negativu sosialu mynstrini, ið elva til happing, sigur hann.

– Eg taki undir við eXbus-arbeiðsháttinum, at tað er gevandi at fata happing sum negativ sosial mynstur, men eg havi ta sannføring, at vit kunnu best bróta negativ sosial mynstur við at fáa einstaklingin at hugsa seg um, sigur Jóhannes Miðskarð.

Hann vísir á, at tað ræður um at broyta ein felags gráan lit, ið negativa sosiala mynstrið hevur lagt á “veruleikan”.

– Vegurin at broyta gráa litin er, at tá tann einstaki hugsar seg um, fer hann/hon at finna útav, at eins og hann/hon sær veruleikan í einum ávísum liti, so sær ein annar veruleikan í einum øðrum liti. Og við at læna innlit frá, hvussu onnur fata eitt sosialt fyribrigdi, megnar hann/hon sjálv/ur at hugsa við fleiri litum, sigur hann. 

– Um vit aftur fara til happing, er vegurin at broyta negativu sosialu mynstrini ikki bert at arbeiða við felagsskapinum, men eisini at fáa einstaklingin at grunda yvir, hvat hendir í felagsskapinum, sigur Jóhannes Miðskarð.

 

Mynd: setur.fo