»Har pengarnar fólkið flyta«

Ikki var tað serliga góð tíðindir arbeiðsfólki á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági fingu fríggjadagin. Har 40 fólk vóru uppsøgd og boðini um óstøðugt arbeiðið á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági, heldur fram. Arbeiðsfólki skal ikki vænta, at koma til arbeiðis aftur fyrr enn í summar.

Hettar er skakandi tíðindir og fer at merkjast hart fyri Vág og Suðuroynna. Sum jú bløðir frammanundan, ímun til restina av landinum. Hettar í villasta højkonjunkturi í Føroya søgu, liggja vit enn meira undir.

Ikki er nógv vunnið við hasum kryvivirkinum sum nú er, har arbeiði ikki er støðugt til arbeiðsfólki. Laksurin fer nordur um fjørð, til at vera virkaður.

Boðini frá Regin Jacobsen stjóra, er at møguliga tey kunnu fara aftur til arbeiðis í summar. 

Út frá hesum er tað er ein vinnari og tað er Bakkafrost. Sum jú skal hava mest burturúr til sítt milliarda virksemi. Virki í Vági er eftir mínum tykki, bert ein litil prikkur í spælinum hjá Bakkafrost.

Har verkfólki liður og ikki at gloyma tær avleiðingar hettar hevur arbeiðsfólki fyri Vág og fyri Suðuroynna.

Mær vitandi er lógin ikki broytt og hinvegin virkar hon bert fyri Bakkafrost og ikki fyri okkum. Hinvegin um hattar eru undantøkini lógin, har Bakkafrost gerð sum teir vilja, so er líka fratt, at eingin lóg var. 

Lógin er um undantøkini fyri Suðuroynna, sum jú skal verja og virka fyri, at arbeiði verður verandi her í Suðuroynni og laksurin skal virkast í Suðuroynni.

Sum er, fer laksur norður um fjørð fyri milliardir av øllum fyrðum í Suðuroynni.Tað er ikki rætt. Mær vitandi var tað jú ikki ætlanin. Okur kunnu ikki blíva við at tiga og einki siga. 

Sjálvandi eru okur glað fyri alt virksemi hjá Bakkafrost her eyðnu í Vági. Men, hvat fáa vit og arbeiðsfólki burturúr er minni gott, sum nú er.

Hettar kann ikki vera samsvar við undantøkini í lógin. Her er okkurt spinnandi galið min vón er, at landsins mynduleikar vaknað og virka fyri at lógin gagnar arbeiðsfólkinum og útjaðaranum í Suðri. 

Mær vitandi var tað endamáli við lógini og undantøkunum.

Sum er gagnar hon bert Bakkafrost.

Nei støðan er ikki góð her suðri og tað er nok soleiðis " Har pengarnar fólkið flyta", sum er galdandi. 

Sí annars kunngerð um virking av alilaksi í Suðuroynni https://logir.fo/Kunngerd/90-fra-27-06-2018-um-virking-av-alifiski-i-Suduroy

Levi Ryggshamar Mørk 
býráðslimur 
Vágur

 

 

 

@font-face { font-family: Times; }@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }a:link, span.MsoHyperlink { color: blue; text-decoration: underline; }a:visited, span.MsoHyperlinkFollowed { color: purple; text-decoration: underline; }p { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 10pt; font-family: "Times New Roman"; }span.apple-converted-space { }div.Section1 { }