Har var alt galið hjá bilførara

Løgreglan tók ein bilførara í gjárkvøldið

Seint í gjárkvøldið tók løgreglan ein bilførara í Havn. Hann varð tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni, men tá ið umstøðurnar vórðu kannaðar, vísti tað seg, at tað kundi næstan ikki verið verri hjá honum.

Fyri tað fyrsta hevði hann kenning, so hann verður skuldsettur fyri tað. Men tað vísti seg, at hann hevði heldur ikki koyrikort. Og tað verður upp aftur dýrari hjá honum, at hann hevði mist koyrikortið, men koyrdi kortini bil, áðrenn kann kundi taka koyrikortið aftur.

Og oman á alt hevði hann eisini stolið bilin, so hetta verður ein dýr søga hjá honum.

Annars varð einbilførari tikin í Havn í gjár fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi bil, og Yviri við Strond fekk ein bilførari bót fyri at koyra ov skjótt - og tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at tveir fullur mans lógu á vegnum og bardust uttan eitt skeinkistað í Havn. Men tað vísti seg, at teir vóru tiknir av fótum í hálkuni og vóru dotnir. Annar hevði smekkað høvdið í vegin og hann varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Og í gjár var eisini boð eftir hundafangaranum í Havn - heilar tríggjar ferðir - til hundar, sum gingu leysir.