Harmonikusamanstoytur í Havn

Tríggir bilar fingu skaða – men eingi fólk

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Havnini, har tríggir bilar fingu skaða. Løgreglan sigur, at tríggir bilar vóru á veg oman eftir Hoyvíksvegnum, oman til krossvegin við Ringvegin.

Har hava bilarnir treytaleysa víkiskyldu og tann fremsti bilurin steðgaði eisini sum hann skuldi. Tað gjørdi bilurin aftan fyri eisini, men triði bilurin lukkaðist ikki at bremsa og rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri – so so aftur var skumpaður upp í reyvina á tí fremsta bilinum.

Løgreglan sigur, at sostatt fingu allir tríggir bilarnir skaða, men eingin persónsskaði hendi. Ikki at halda neyðugu frástøðuna til bilin frammanfyri, er groft brot á ferðslulógina og tí kann tann aftasti bilførarin eisini vænta sær bót, og kanska eisini klipp í koyrikortið.