Harry og Meghan sleppa at flyta

Elisabeth II drotning hevur nú gingið við til eina skiftistíð, har Harry prinsur og kona hansara, Meghan, leggja frá sær fleiri av kongaligu uppgávum sínum fyri at hugsavna seg um familjuna.

Harry prinsur og Meghan, sum eru hertogi og hertogafrú í Sussex, fara sostatt at skifta millum at vera í Kanada og í Stórabretlandi.

Elisabeth drotning gjørdi í dag greitt, at bretska kongshúsið stuðlar hertogahjúnunum í Sussex í avgerð teirra, men at hon sjálv hevði ynskt, at tey høvdu varðveitt kongaligu uppgávur sínar.

Hertogahjúnini gjørdu herfyri greitt, at tey ynsktu at hava færri kongaligar uppgávur, soleiðis at tey kundu hugsavna seg um familjuna. Eisini ynsktu tey at gerast meira fíggjarliga sjálvstøðug og ikki bert dúva upp á apanaguna, ið tey fáa frá hertogadøminum í Cornwall.

Hetta skapti øsing í bretsku miðlunum, og kongshúsið hevur síðani roynt at funnið fram til eina loysn.

Elisabeth drotning hevði saman við Charles prinsi og Williami verið á fundi við tey bæði Harry og Meghan, og komið var ásamt um ein leist, har tey so við og við gerast meira óheft av kongshúsinum.