Háskúlanæmingar listaframsýning á Námi

Fýra ungir næmingar hava framsýning

Hósdagin 6. februar lat forvitnislig framsýning upp í forhøllini hjá Námi á Hoyvíksvegi í Havn.

Tað eru fýra evnaríkir næmingar frá heystskeiðnum 2019 á Føroya Fólkaháskúla, ið sýna myndir, sum tær hava teknað, málað og klipt einamest á skeiðnum.

Tær, sum sýna fram eru:

Annika á Fløtunum Rasmussen

Emmy Sveinsdóttir Thomassen

Paulina Joensen

Ýr Ákadóttir

Háskúlin er ein kreativur háskúli og slóðar ofta fyri nýggjum, spírandi listafólki. Bæði Annika, Emmy, Paulina og Ýr hava tað í felag, at tær altíð hava teknað, og at tær droyma um at kunna liva av listini burturav.

– Tí er háskúlin eisini sera takksamur fyri, at Nám á hendan hátt gevur næmingunum ans og bjóðar teimum at sýna fram í frálíku hølunum á Hoyvíksvegi. Leggjast kann afturat, at til ber at keypa nøkur av verkunum á framsýningini, siga tey úr Háskúlanum í tíðindaskrivi.

Lærari í myndlist og tekning á háskúlaskeiðnum var Pernille Mejslov, listakvinna. 

Framsýningin er opin til miðjan mars 2020, hvønn yrkadag kl. 10-16.